Thora, sum er ættað úr Trongisvági, fødd Bærendsen, byrjaði at læra til økonomu á LS 15/9-1966. Ein part av lærutíðini tók hon í samráð við táverandi sjúkrahússtjóra, Bonnevie, í Glostrup. Seinasta hálva árið í lærutíðini, skuldi mann tá ganga í skúla út í eitt, og var hesin í Danmark. Eftir at hon var útlærd, byrjaði hon í mars 1970 sum avloysari sum økonomaassistentur, og í decembur sama ár, fekk hon fast starv, sum hon framvegis røkir við hepnari hond.
Øll, sum kenna Thoru, og tey eru mong, vita, hvat hon stendur fyri. Øll skulu fáa nógmikið av mati, og hesin skal vera vælgjørdur; men ikki skal gerast meira enn neyðugt, alt skal nýtast, og einki skal burtur. Upptakið skal vera soleiðis, at tú eisini skal taka hædd fyri teimum, sum t.d. eiga uppvaski tonk soleiðis at tað er tú, sum skal vaska upp. Hartil er hon ein persónur, sum ikki fer frá einum byrjaðum arbeiði, fyrr enn hetta er liðugt, og so er tað líkamikið, hvat klokkan er vorðin.
Thora hoyrir tí tíðini til, har starvsfólkini í køkinum sjálvi vóru við til at taka upp bæði slakt og grind, og hesin matur skuldi eisini hagreiðast. Gásin bleiv fylt á jólum, og mangt eitt seyðakrov og mangan neytafjórðing man Thora hava parterað fyri ikki at tosa um at seyma rullupylsu, súlta, baka og mangt annað. Tíðirnar eru broyttar, tí nógv eru meira maskinelt í dag, men framvegis er hennara aðalmál, at maturin skal vera góður og nerandi.
Nú 40 ár eru liðin, síðan Thora byrjaði á Landssjúkrahúsinum, skal tó nevnast, at hon hevur arbeitt longri enn so innan Heilsuverk Føroya, tí grundarsteinurin bleiv lagdur, tá ið hon byrjaði at arbeiða í køkinum sum genta á Suðuroyar Sjúkrahúsi tann 1.juli 1965. Har her helst áhugin fyri matgerð staðfestur, sum so førdi við sær, at hon fór at læra.
Thora er gift við Jørleif og eiga tey 2 børn, Randi og Hanus og hartil 2 ommu-/abba-
børn, Kristian og Thoru.
Sjálvt um Thora næstan altíð tonkir uppá mat eisini við hús so hevur hon onnur áhugamál t.d. at ganga, og er hon limur í gongufelagnum í Havn. Mangt eitt feti eigur hon kring alt landið líka úr Akrabergi og norður til Viðareiðis.