Flestu danir vilja framvegis hava Helle Thorning Schmidt til forsætisráðharra ístaðin fyri Lars Løkke Rasmussen. Ein nýggj meiningakanning, sum er gjørd fyri danska kringvarpið, vísir, at andstøðan hevði fingið 90 tinglimir, um fólkatingsval var í dag. Flokkarnir aftan fyri stjórnina høvdu fingið 85.
Sambært kanningini hevur Visntra havt eina lítla framgongd síðani eina tilsvarandi kanning í februar, men Tey Konservativu og Danski Fólkaflokkurin hava havt lítla afturgongd.
Hinumegin hava Sosialdemokratarnir havt eina lítla framgongd síðani í februar, meðan Sosialistiski Fólkaflokkurin hevur havt afturgongd.