Thorning setti met í at siga »eg«

Ongantíð áður hevur ein danskur forsætisráðharri brúkt so ofta orðið »eg« í einari nýggjárstalu

Tá ið danski forsætisráðharrin Helle Thorning- Schmidt helt sína nýggjársrøðu á ársins fyrsta degi, brúkti hon 37 ferðir ferðir orðið »eg«. Og sambært blaðnum Politiken er tað nýtt met. Eingin danskur leiðari hevur áður brúkt hetta orðið so ofta í eini nýggjársrøðu.

Frammanundan hevði Anker Jørgensen metið, tá ið hann í 1978 segði »eg« 32 ferðir í nýggjársrøðuni.

- Tað besta við røðuni vóru pettini, har hon steig fram og segði “eg ætli mær at gera soleiðis og soleiðis”. Tað er jú tað, tú væntar av einum leiðara, sigur Christian Koch, sum er professari í retorikki á Københavns Universitet, við Politiken. Anders Samuelsen, sum er leiðari fyri flokkin Libereal Alliance, undrast hinvegin á, at Thorning brúkar »eg« so ofta í sínari røðu. - Tað tykist løgið, tí hon stendur á odda fyri einari stjórn og einum bólki av fólki, sum arbeiðir við einum felags projekti. Hatta tóktist egosentrerað, sigur hann við Politiken. Nýggjársrøðurnar hjá danska forsætisráðharranum og løgmanni kunnu ikki heilt samanlíknast, tí ymiskt verður lagt í hesar røður, men nevnast kann, at Kaj Leo Holm Johannesen brúkti orðið »eg« fimm ferðir í sínari nýggjársrøðu, umframt at orðið eisini kom fyri í einum Bíbliusitati, hann brúkti í røðuni.