Thorshavn aftur til heiður og æru

Nú sleppa føroyingar og útlendingar við at uppliva mentanarstovnin Thorshavn, tí tvøráfólk hava keypt skipið, sum skal nýtast til ferðavinnu, samstundis sum hann skal virka sum maritimi parturin av verkætlanini, SALT

Upprunaliga ætlanin hjá einum áhugafelagsskapi á Tvøroyri, var at seta Kúrberg í stand, men hendan ætlanin er nú fyribils slept.
- Tankin um at varðveita eitt træskip birtist veruliga, tá regattain vitjaði her á Tvøroyri í fjør. Tvøroyri var jú fiskivinnu høvuðsstaðurin burtur av, við ótaldum sluppum á fjørðinum, so á tann hátt er tað náttúrligt, at varðveita eitt træskip á staðnum, sigur ein av stigtakarunum, Jóannes Eidesgaard.
Stig vórðu tí tikin til at seta á stovn eitt áhugafelag, sum skuldi útvega eitt træskip, sum síðani skuldi setast í stand.
- Valið fall á Kúrberg, men skipið er í ógvuliga vánaligum standi, og tað skuldi eitt ótrúliga stórt arbeiði til, fyri at seta skipið í stand. Í veruleikanum ver tað bert sjálvur skrokkurin, ið kundi nýtast, sigur Jóannes Eidesgaard.
Tað var tí ein øgilig uppgáva at fara undir, men so hendi tað, at Thorshavn varð lýstur til sølu, og tað var ein munandi meiri takksom uppgáva at fara undir.
- Vit gjørdu so av at leggja eitt boð inn, og tað endaði við, at vit fingu skipið, sigur Jóannes Eidesgaard.
Fremsta endamálið við at keypa Thorshavn er at varðveita eitt træskip á Tvøroyri, men keypið hevur so sanniliga eisini annað endamál.
- Tað er fyri at kunna savnast um nakað spennandi, samstundis, sum søgan verður varðveitt. Tað eru menn, sum sigla úti, ella handverkarar og onnur, sum fáa okkurt av savnast um og at putla við í frítíðini, samstundis sum vit varðveita ein part av siglingarsøguni, sigur Jóannes Eidesgaard.

Partur av læknastríðnum
Ein onnur síða av sakini er, at skipið kann nýtast innan ferðavinnuna.
- Thorshavn er sera fittligur til ferðavinnuna, tað veri seg ein túr runt Suðuroynna, ella ein túr út á Dímunarnar. Og so ber sjálvandi eisini til at gera fiskitúrar við ferðafólki, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann sigur, at tað vindur alt meiri upp á seg, at útlendsk ferðafólk eisini vilja uppliva Føroyar av sjónum, og tá er Thorshavn serliga væl egnaður.
- Skipið er í upprunastandi, har er einki broytt. Við skipum sum Westward Ho, og Jóhannu, er so at sig alt undir dekki broytt, tí hetta vóru uppruna fiskiskip. Thorshavn varð bygt til embætismannaverkið, hann hevur havt sama eigara alla tíðina, og hevur eisini verið viðlíkahildin øll árini, sigur Jóannees Eidesgaard.
Hann heldur, at Thorshavn hevur ein ávísan týdning fyri flest allar føroyingar.
- Eitt nú var Thorshavn á sín vís ein partur av læknastríðnum í Klaksvík, tí tá embætismenn og løgregla skuldi til Klaksvíkar at »seta klaksvíningar upp á pláss«, varð Thorshavn ofta nýttur sum flutningsskip, sigur Jóannes Eidesgaard.
Eisini var Thorshavn við í bjargingararbeiðinum, tá jaldrið fórst á Mjóvanesi, 26. juni 1946.
- Hetta kemur millum annað fram í frásøgn eftir fólki, sum var tið Tjaldrinum hendan túrin, og sum vórðu tikin upp av Thorshavn, sigur Jóannes Eidesgaard.

Broyta viðtøkurnar
So Thorshavn hevur sína søguligu plasering, bæði tá tað kemur til siglingarsøgu og føroyasøgu í síni heild.
- Tað, sum er gott í mun til Kúrberg er, at Thorshavn er í rættiliga góðum standi. Tað krevst tí ikki nógv annað til, enn at shina hann eitt sindur upp. Tú kanst tiga, at tað einasta gamla umborð, er motorurin, sum er ein Alpha frá 1949, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann sigur, at yvirtøkudagurin er 1. apríl, og eftir henda dag verður Thorshavn sigldur suður á Tvøroyri.
- Vit taka hann suður í páskavikuni, og mikukvøldið í komandi viku verður fundur í áhugafelagnum, har viðtøkurnar verða broyttar, so at tað í staðin fyri Kúrberg, nú verður Thorshavn, ið verður settur í stand,sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann væntar, at tað verður eingin trupulleiki, tí teir hava bert hoyrt positivar afturmeldingar um keypið av Thorshavn.
- Eitt annað merkisvert, sum fer fram 1. apríl er, at tá verður føroyska merkið vundið í húnar hátt. Thorshavn hevur líka síðani hann varð bygdur í 1940 siglt undir Dannebrog, sigur Jóannes Eidesgaard.

Spryd
Tað skuldi ikki verið nógv annað at gjørt við skipið, enn at klínt nakað av máling á her og her, tí Thorshavn varð høvuðsumvældur í 2005.
- Upprunaliga hevði Thorshavn spryd, og tað er nokk ætlanin at fáa tað sett á hann aftur. Sjálvandi fer neyvan at bera til at sigla við seglum eina, men tey kunnu so hjálpa til, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann sigur, at tá Thorshavn er fingin í upprunastand aftur fer hann at líkjast Draganum.
- Vit góvu 500.000 krónur fyri Thorshavn, og tað halda vit, at hann er verdur. Men tá tú keypir eitt gamalt træskip so veit tú, at tað krevur nógv viðlíkahald, sigur Jóannes Eidesgaard, sum væntar sær nógv av keypinum.
Thorshavn ska nevniliga knýtast saman við einari aðrari stórari mentanarligari verkæltlan á Tvøroyri.
- Vit síggja hetta keypið sum ein maritiman part av verkætlanini SALT, sigur Jóannes Eidesgaard, ein av stigtakarunum til keypið av stoltu snekkjuni hjá Ríkisumboðnum, Thorshavn.