Thorshavn fær 40.000 krónur frá Lions í Suðuroy

Tað er øgiliga stórsinnað og er orsøkin til, at vit eru komin so væl burturur tí, sum vit eru, sigur Jóannes Eidesgaard

Lions Klubburin í Suðuroy hevur nú gjørt av at lata gamla, kenda træskipinum, Thorshavn, 40.000 krónur í stuðuli.

 

Peningurin skal brúkast til ymsar ábøtur, sum vóru neyðugar at gera.

 

Tá ið Jóannes Eidesgaard, sum er ein av undangongumonnunum at varðveita Thorshavn, tók ímóti gávuni, helt hann, at hetta var øgiliga stórsinnað, sum hann tók til.

 

- Hetta er høvuðsorsøkin til, at vit fíggjarliga koma so væl burtur úr 2013, sum vit eru komin, sigur hann.

 

Thorshavn hevur verið á beding og gávan skal brúkast til at rinda fyri tað arbeiðið, sigur hann.

 

Tað vóru nøkur fólk á Tvøroyri, sum tóku seg saman at keypa gamla træskipið, Thorshavn, frá Ríkisumboðnum fyri nøkrum árum síðani.

 

- Vit hildu, at tað var nokk so fátæksligt at Tvøroyri, einki træskip hevði, tí Tvøroyri var fremsta skipahavn í síni tíð, sigur Jóannes Eidesgaard.

 

Tá ið danski staturin so gjørdi av at selja Thorshavn, sum ríkisumboðið í Føroyum brúkti, stakst møguleikin seg upp og tvørafólk fingu skipið fyri 500.000 krónur.

 

Tað er ein sjálvognarstovnur, sum eigur Thorshavn og ætlanin er at brúka hann til ferðavinnu, skúlar, arbeiðspláss og onnur, sum hava hug at brúka skipið.

 

Thorshavn er bygdur í Frederikssund í 1940 til Ríkisumboðið í Føroyum.

 

Umframt at vera flutningsskip hjá Ríkisumboðnum, skuldi Thorshavn eisini brúkast til sjúkraglutning og til bjarging.

 

Hann er bygdur sum ein sum ein galeasa við motori og dreymurin hjá Tvørafólki er at gera hann aftur upprunastand og at gera rigning á hann við tveimum forseglum, stórsegli og mesan.

 

Lions klubburin í Suðuroy er stovnaður í 1986 og hesi 27 árini, hann hevur virkað, hevur hann latið 3,2 milliónir í stuðuli til mentanarlig og vælgerandi endamál.