Mansliðið hjá ÍF í flogbólti hevur vunnið seg í steypafinaluna, sum verður spæld í høllini á Hálsi í Havn, leygardagin 24. juni.
ÍF vann 3-1 á Mjølnir í hálvfinaluni, sum var spæld í KÍ-høllini fyrr í dag. Settmunurin var 25-15, 16-25, 25-17 og 25-23-
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna frásøgumaðurin hjá Rás2, Óli G. Samuelsen gjørdi við Thorvald Danielsen, sum vanliga er leikandi venjari hjá Mjølnir, men í dag var Thorvald bara venjari, tí ein skaði í tummlinum heldur hann uttanfyri.
Thorvald Danielsen greiðir frá, at læknin hevur sagt, at hann verður uttanfyri í tríggjar mánaðir. Men Thorvald ætlar at treiskast, og ætlar avgjørt at verða klárur til FM-finalurnar í apríl.
Um hálvfinalutapið ímóti ÍF greiðir Thorvald frá, at hansara menn gjørdu ov nógv persónlig mistøk, og tað kostaði dýrt. Tó kundi alt hent um Mjølnir hevði koppað fjórða settið til sín fyrimun, men so tað gekk akkurát ikki.
Samrøðan sum Óli G. Samuelsen gjørdi við Ingálv Eyðunsson Olsen hjá ÍF hoyrist HER
Frásagnirnar av teimum avgerandi bóltunum í dystinum ÍF-Mjølnir 3-1, og samanumtøkan hjá Magnusi Tausen hoyrast HER