Thulesen var ein heiðursmaður

Tað vóru eini óvæntað boð eg fekk frá Randi um, at pápi hennara, Svend Thulesen, var deyður. At hugsa sær til, at hesin maður, sum var ímyndin av lívi og virksemi ikki var longur! Virgar Dalsgaard og Høgni Hoydal hava longu havt góðar lýsingar av Thulesen, sum hann var kallaður millum manna. Sjálvur skrivaði eg um hann her í blaðnum, tá ið hann fylti 80 ár fyri tveimum árum síðani. Hetta takkaði hann mær eisini fyri. Tí skal hetta bert verða eitt ískoyti til tað, sum longu er skrivað um Thulesen.

Vit hittust fyrstu ferð fyri 40 árum síðani, tá ið vit sum nýggir formenn í fiskimannafelagnum og reiðarafelagnum í 1971 leiddu samráðingarnar um nýggjan sáttmála. Hesar samráðingar vóru øðrvísi enn vanligt. Tær endaði við semju uttan at neyðugt var við semingsuppskoti, sum avgjørt ikki var ein sjálvfylgja.
Tað vóru tá gjørdar stórar umleggingar og broytingar í sáttmálanum til bata fyri fiskimenn. Men dagin eftir var komið eftir, at í einum veiðuhátti var gjørdur ein roknifeilur, so manningin misti 1% av sínum parti í mun til tað, sum var ætlað.
Onkur annar kundi væl hava sagt, at undirskrivað er undirskrivað, og tit um tað. Men soleiðis var Thulesen ikki. Hann segði, at var talan um ein feil skuldi hann sjálvandi rættast. Vit gjørdu tískil eitt ískoyti til sáttmálan, sum fekk hetta uppá pláss.
Hetta gav mær eina serliga virðing fyri Thulesen sum ein heiðursmann, og henda virðing helt alt lívið. Sama skoðsmál hava onnur eisini borið honum.
Vit kom at hava nógv saman. Kom eisini at kenna Astu, sum var ein sera dámlig kvinna. Hon fekk besta ummæli av øllum, sum kendu hana, eins og teimum, sum arbeiddu saman við henni. Tað var ein smeitur fyri Thulesen, at hon skuldi doyggja so ung, og so stutt eftir, at tey vóru flutt niður.
Eftir at tey vóru flutt til Danmarkar plagdi Thulesen at koma inn á gólvið, tá ið hann kom heim at ferðast. Vit høvdu eisini fleiri hugnaligar løtur saman heima hjá honum úti á Amager. Tá var stuttligt at tosa um gamlar dagar, tá ið vit í felag royndu at fáa mest møguligt burtur úr hjá øllum pørtum. Væl fylgdi hann eisini við gongdini í Føroyum og hevði eisini sínar hugsanir um viðurskiftini.
Beint nú hevði eg ein serligan áhuga at fáa eitt prát við Thulesen. Ringdi hann upp í vár og spurdi, um hann kom til Føroya í summar. Í so fall vildi eg fegin hitta hann á máli.
Nei, hann visti ikki rættiliga, men tað kundi vera. Annars hevði eg sjálvur leita hann upp í Danmark.
Helt meg tá merkja, at hann ikki var so bragdligur, sum hann annars plagdi at vera. Hetta gjørdist okkara seinasta samband.
Men eftir stendur minnið um ein markantan persón, sum var ein heiðursmaður út í odd og egg. Betri ummæli ber illa til at fáa.

Óli