THW Kiel knústi Leipzig á heimavølli

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir liggja væl fyri at røkka topp-5

Hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og liðfeløgunum í THW Kiel ræður um at enda millum fimm tey ovastu liðini í bundesliguni, so Kiel eisini komandi kappingarár sleppur at royna seg evropeiskum bólkaspæli. Tvey tvey fremstu liðini vinna seg í Champions League. Nummar trý, fýra og fimm vinna seg í European League.

 

Í kvøld vann Kiel stórsigur 39-24 á Leipzig í heimadysti í Wonderino-høllini. Heili 10.000 áskoðarar vóru til dystin. Í steðginum var Kiel frammanfyri við 10 málum, 21-11.

 

Elias skoraði trý mál upp á fýra málroyndir, og hann átti eisini tvey upplegg (assist) til mál.

 

Kiel er fjórðfremst í deildini við 46 stigum nú teir hava tríggjar dystir eftir at leika í kappingini. Teir eru tó fimm stig aftanfyri oddaliðið, Magdeburg, og fýra stig aftanfyri liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin og Melsungen, ið hava 50 stig hvør.

 

Í annaðkvøld klokkan 19 verður toppdystur í Max Schmelling høllini í Berlin, har Füchse Berlin tekur móti Melsungen. Dysturin sæst á TV3 MAX. 

 

Í annaðkvøld klokkan 18 spæla Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt dyst á útivølli móti Bietigheim-Metterzimmern.