THW Kiel tapti fyri evropameistarunum á útivølli

Elias Ellefsen og liðfelagarnir í THW Kiel máttu lúta fyri Magdeburg á útivølli

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel ferðaðust í dag úr Norðurtýsklandi til Eysturtýsklands fyri at spæla dyst móti verandi Champions League-vinnarunum, Magdeburg á útivølli. 

 

Tað bleiv sum væntað ein sera torførur dystur, og tað endaði við einum 34-31 sigur til Magdeburg, ið var á odda 17-15 í steðginum. 

 

Elias skoraði trý mál og legði upp til fýra mál. Toppskjútti hjá Kiel var Harald Reinkind við sjey málum.

 

Verandi týsku meistararnir, Kiel eru nummar níggju í bundesliguni við seks stigum fyri seks dystir. Tó hava tvey av tapunum hjá Kiel verið torførir útidystir móti Flensburg og Magdeburg.

 

Longu týskvøldið er aftur dystur hjá Kiel. Hesaferð á heimavølli í bundesliguni móti HSG Wetzlar.