Summarið er háárstíð fyri skaddum og deyðum í ferðsluni. Tað staðfestir Ráðið fyri Ferðslutrygd, RFF
Brynhild Høgnadóttir, stjóri í RFF, sigur, at halgtøl úr Danmark og Noregi, vísa, at tað er um summarið, at flestu deyðsvanlukkurnar henda í ferðsluni.
Í Føroyum hava vit ikki nóg neyv hagtøl til at vísa, at hetta eisini er galdandi her hjá okkum, men hon sigur við www.in.fo, at her í Føroyum plagar støðan at líkjast teirri Danmark og í Noregi.
Og hon vísir á, at seinastu tíðina hava nøkur óhapp verið, sum stuðla uppundir hetta.
Ein høvuðsorsøk til, at fleiri vanlukkur henda um summarið er, at ferðin verður sett upp, tá veðrið er gott og tá verða vanlukkurnar eisini álvarsligari.
- Um veturin vita vit, at tað kann vera hált, og so seta vit ferðina niður, sigur hon á heimasíðuni hjá RFF.
Brynhild Høgnadóttir sigur, at fleiri, sum eru fyri álvarsligum ferðsluvanlukkum, hava sjálvi onga skyld í vanlukkuni.Tú kanst vera á skeivum staði skeivu tíðina.
Hon sigur, at í londunum rundan um okkum verða allar deyðsvanlukkur kannaðar til botns og tað vísir seg, at menniskansligir feilir eru atvoldin til næstan allar deyðsvanlukkur á vegunum.
Men hetta merkir ikki, at tað ger tað sama, hvussu góður vegurin er, tí ein góður vegur kann forða fyri vanlukku, men ein vánaligur vegur kann hava við sær vanlukkur.
RFF hevur eisini nøkur góð ráð til bilførarar, sum minka um vandan fyri álvarsligum vanlukkum heilt lítil
Ein vandi er óvæntaður vertskapur. Hóast ljósu summarkvøldini eggja til hugna og óvæntaðan vertskap, kann hetta skjótt fáa óhepnar avleiðingar. Fólk fáa kenning og gloyma, at tey ætlaðu at koyra heim. Hetta kann hava við sær rúsdrekkakoyring, sigur RFF.
Brynhil Høgnadóttir staðfestir, at tað skal so lítið til. Tað eru serliga landsvegir, sum leggja asfalt til lagnutungu vanlukkurnar. Eitt sekund í gáloysni er alt, sum skal til, áðrenn tú endar í skeivari farbreyt og rakar ein mótkoyrandi.
Og so er tan afturvendandi áminningin um at brúka trygdarbelti, tí tá ið tað gongur galið, ert trygdarbelti avgerandi fyri, hvussu væl tað spælir av.
- Hetta hava flestallir føroyingar ásannað. Tí brúkar stórur partur av okkum trygdarbelti. Tann lítli parturin, sum framvegis koyrir uttan trygdarbelti, er týðiliga yvirumboðaður í deyðsvanlukkum, sigur Brynhild Høgnadóttir.
Men hon staðfestir samstundis, at ferðin er tann størsti dreparin í ferðsluni. Hámarksferðin er sett, fyri at ferðandi skulu hava eitt trygdarskotbrá, skuldi tað gingið galið. Koyrir tú ov skjótt, avmarkar tú bæði títt egna trygdarskotbráð og tað hjá øðrum.
- Halt hámarksferðina í góðum líkindum og seta hana niður, tá ið líkindini eru ivasom, sigur Brynhild Høgnadóttir.
- Fylgir tú hesum ráðum, minkar vandin fyri álvarsligum vanlukkum munandi, ljóðar summarheilsanin frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd.