Tí er neyðugt at hótta Anniku Olsen

Nú er nokk!

Tað staðfestir Heðin Mortensen, formaður í Kommunusamskipan Føroya, KSF.

Hann sipar til ætlanina hjá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum um at seta kunngerð í gildi um upptøkunevndir til røktarheim og sambýli.  

Kunngerðin snýr seg um, hvørt av teimum seks økjunum í eldrarøktini skulu hava eina felags upptøkunevnd, so at tað vera tey, sum hava mest brúk fyri tí, sum sleppa inn á røktarheim og sambýli, sama, hvør kommuna hevur goldið og eigur heimini.

Tó skulu fólk í eigarakommunum hava framíhjárætt og koma fólk úr aðrastaðni frá á  heimini, skulu avvarðandi kommur rinda fyri tað.

Kommunurnar vilja ikki vita av kunngerðini og Annika Olsen hevur ikki viljað tikið hana aftur.

 

Ósemjan kom í hæddina í dag, tá ið KSS almannakunngjørdi hvassorðaða yvirlýsing ímóti Anniku Olsen og sum er endurgivin longur niðri á her á www.in.fo.

 

Heðin Mortensen ásannar, at talan er um eina rættiliga avgjørda yvirlýsing, men hann heldur, at hon er neyðug

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hví Heðin Mortensen heldur, at tað er neyðugt at seta so avgjørda hóttan fram ímóti landsstýriskvinnuni.