Tað var ikki pláss fyri tunlunum Norður um Fjall á langtíðar íløguætlanini hjá síðstu samgongu.
Les meiri um tunlarnar Norður um Fjall, her: Hendrik Old vil ikki víkja
Tað staðfestir Jákup Mikkelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, sum eisini var í samgongu í seinasta valskeiði.
Hann sigur, at tað er ikki altíð, at politikarar raðfesta eftir viti og skili. Men orsøkin til, at tunlarnir Norður um Fjall vórðu lagdir aftur um, var, var samgongan hevði ásett eitt íløguloft, og har varð ikki pláss fyri eini so dýrari íløgu upp á slakar 300 milliónir krónur, sum tunlarnir Norður um Fjall kosta.
Les eisini: Trygdin í tunlunum er ikki nøktandi
Sostatt varð Viðareiðistunnilin tikin framum, tí hann kostar bara gott helvtina av tí. Annars hevði íløguloftið verðið sprongt í luftina, sigur Jákup Mikkelsen.
- Tað var einasti møguleikin fyri at fáa kabalina at ganga upp, sigur fólkafloksmaðurin úr Klaksvík á fundi um tunlarnar Norður um Fjall.
- Men samstundis varð ein munnlig, politisk avtala gjørd um, at Viðareiðistunnilin, og tunlarnir Norður um Fjall, skuldu gerast í eini samanhangandi verkætlan, staðfestir Jákup Mikkelsen.
- Men ta avtaluna hoyra vit einki um longur, leggur Jákup Mikkelsen afturat.