Hans Jørgensen, sum nú er givin í Argja Bóltfelag, hevði í fyrsta umfari onga viðmerking til um hví hann hevur valt at gevast í felagnum. Nú tekur hann tó til orðanna og hevur eina grundgeving.
- Grundin til hetta er, at Oddbjørn Joensen, venjari, einki álit hevur á mær sum málmaður í Effodeildini 2014, somuleiðis sum at eg, sum leikari, einki álit havi á Oddbirni Joensen sum venjara, sigur Hans Jørgensen við in.fo í kvøld.
Les eisini: Hans Jørgensen givin í AB
Oddbjørn Joensen var eisini venjari hjá Hans Jørgensen í HB í fjør, har Hans eiheldur av álvara slapp fram at sum málverji. Nú Oddbjørn Joensen er komin til AB, fekk Hans bara tveir dystir í málinum áðrenn hann varð settur á bonkin. Í hansara stað er Heðin Stenberg komin.