Føroyskur ungdómur hevur ógvuliga lítið álit á politikarum og fjølmiðlum.
Samstundis gevur hann almennum stovnum og vinnulívi eitt skoðsmál, sum man koma mongum vaksnum dátt við.
Tað er úrslitið av umfatandi kanning hjá Firouz Gaini, mannfrøðingi, um ymisk ungdómsviðurskifti.
Samstundis er álitið væl betri á kirkju, dómsvald, heilsuverk o.s.fr.
Men hví er tað so?
Tað er spurningurin, Óli Breckmann fer at viðgera í beinleiðis sending á Rás2 klokkan 16 seinnapartin í dag.
- Eru politikarar í almenna kjakinum ov harðligir og dømandi við hvønn annan, og pella tíðindafólk ov illa - ella niðra tey politikarar og onnur ov nógv?
- Eru politikarar og tíðindafólk ov upptikin av at mála hin grábeinta á veggin.
- Eru tey ungu kanska ov ung til at skilja politisku leikreglurnar og tann demokratiska línudansin hjá miðlunum nóg væl, ella eru tilkomin fólk samd við teim ungu?
- Hin vegin kunnu vit gleðast um, at okkara ungdómur, sum annars gongur lítið í kirkju til annað enn barnadóp, konfirmatión, jólaaftan og onkra hendinga brúðarvígslu og jarðarferð, hevur slíka virðing fyri okkara fólkakirkju.
- Eisini vísir kanningin, at løgreglan og dómsvaldið njóta stóra virðing og álit millum ungfólk, hóast sjónvarpið ofta vísir útlendsk tilfar, tíðindi og filmar, um samanbrestir millum løgreglu og mótmælandi ungdóm.
Óli Breckmann heldur, at tað undrar kanska ikki so nógv, at heilsu- og røktarstarvsfólk, sum gera okkum øll frísk, og ansa eftir okkum, tá vit eru sjúk, ússalig og veik, fáa slíkt herðaklapp frá ungdóminum, sum kanningin hjá Firouz Gaini vísir.
Í sendingini á Rás2 seinnapartin í dag, hevur Óli Breckmann fingið nøkur fólk at viðgera spurningin. Tey eru Rigmor Dam, lærari, fyrrverandi tíðindakvinna, og nú tingkvinna, Hanus Samró, rinhøvundur, lesandi og ungur tingmaður, og Heini Høgnason, miðnámslesandi. |