Tí kann eitt barn ikki fáa eftirnavnið hjá síni sammóður

Jenis av Rana greiðir nú frá, hví ósemja hevur tikið seg upp

Fyri trimum vikum síðani staðfesti Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í Umhvørvis- og vinnumálum, at sammøður hava akkurát sama rætt, sum onnur foreldur. Sostatt kunnu børn hjá eini móður, og eini sammóður, eisini fáa eftirnavnið hjá síni sammóður, segði landsstýrismaðurin. Tað er hann, ið umsitur navnalóggávuna og sostatt er tað eisini hann, sum hevur myndugleikan at gera av, hvussu lógin skal tulkast.

 

Les meiri um tað her: Sammøður hava akkurát sama rætt sum onnur foreldur

 

Men Mentamálaráðið kom til eina aðra niðurstøðu og tað fingu prestarnir boð um. Sostatt helt Mentamálaráðið ikki, at eitt barna kundi førast í kirkjubókina við navninum á síni sammóður.

 

Síðani hevur tingkvinnan, Ingilín Didriksen Strøm, spurt Jenis av Rana, landsstýrismann í mentamálum, hvussu hetta ber til.

 

Jenis av Rana vísir á, at navnalógin hevur sera nágreiniligar reglur um hesi viðurskifti. Hann sigur eisini, at fyrisitingin í Mentamálaráðnum er komin til ta niðurstøðu, at so leingi navnalógin ikki er broytt, kann eitt barn ikki fáa eftirnavnið hjá síni sammóður.

 

Jenis av Rana sigur eisini, at hetta er eisini vanligt vit og skil.

 

Hann sigur, at tað er Umhvørisstovan sum umsitur navnalógina fyri Umhvørvis- og vinnumálaráðið, og so seint sum í juni mánað hevur nettupp Umhvørvisstovan, eisini staðfest tað sama, nevniliga at eitt barn kann ikki fáa navnið á síni sammóður.

 

Tá tók eitt ítøkiligt mál seg upp, har eini foreldur ætlaði, at eitt barn skuldi fáa eftirnavnið á síni sammóður. Men tá var niðurstøðan hjá Umhvørvisstovuni, at »Navnalógin er ikki broytt isv. broyting av barsilslógina og lóg um børns retsstilling,  og Umhvørvisstovan  metir  tí, at barn ikki sbrt. verandi navnalóggávu kann fáa eftirnavnið hjá eini sammóður«, sum tey málbera seg.

 

Jenis av Rana sigur, at nú landsstýrismaðurin økinum, Magnus Rasmussen, aftan á er komin til tað beint øvugtu niðurstøðuna, hevur umsitingin í Mentamálaráðnum ímett, at tað var neyðugt at fara í samskifti við Umhvørvis- og vinnumálaráðið. Endamálið er at fáa greiði á, hví Umsitingin í ráðnum, og Umhvørvisstovan, sum umsitur økið, eru komin til heilt øvugta niðurstøðu.

 

Hann sigur eisini, at uttan so, at heilt serlig viðurskifti gera seg galdandi, fer hann, sum landsstýrismaður ikki at leggja seg út í hetta samskifti, sum er ímillum umsitingina í Mentamálaráðnum og umsitingina í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum.