Sammøður hava akkurát sama rætt sum onnur foreldur

Ein sammóður er javnsetast við móður og faðir upp á allar mátar, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður

Ein sammóður hevur akkurát sama rætt, sum ein móður og ein faðir. Tað staðfestir Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum. Hervør Pálsdóttir, tinglimur fyri Tjóðveldi, hevur spurt landsstýrismannin, hvørji rættindi sammøður hava. Í hesum sambandi hevur hon spurt landsstýrismannin um eitt barn kann fáa eftirnavnið hjá síni sammóður, og um eitt barn kann verða skrásetast í landsfólkayvirlitinum við eini mammu og eini sammóður.

 

Landsstýrismaðurin sigur, at sammøður eru, upp á allar mátar, javntsett við faðir og móður. Hugtakið, sammóðir, var ikki ein partur av lógini, tá ið navnalógin varð samtykt. Sostsatt nevnir navnalógin ikki sammøður, tá ið hon nevnir foreldraheitini faðir og móðir. Men hóast navnalógin ikki nevnir sammøður, metir Umhvørvis- og vinnumálaráðið, at sum foreldur kunnu sammøður javnsetast við møður og fedrar.

 

Tað er ikki sjálv foreldraheitini faðir og móðir, men heldur foreldrastøðan, sum er avgerandi, sigur umhvørvis- og vinnumálaráðið.

 

–Tá ið faðir og móðir verða nevnd, er tað, tí at hetta vóru foreldraheitini í lógini, tá ið navnalógin varð samtykt. Men Umhvørvis- og vinnumálaráðið metir ikki, at endamálið var at avmarka skaran, sum hevur foreldrastøðu.

 

Tí metir Umhvørvis- og vinnumálaráðið eisini, at eitt barn kann fáa ættarnavnið hjá sammóðrini. Hon kann eisini fáa eitt ættarnavn, sum sammóðirin hevur havt seinast, og sum hon ikki fekk, tá ið hon varð gift. Tað kann eisini vera eitt eftirnavn við fornavninum hjá sammóðrini við endingini, »dóttir« afturat.

 

Men hóast at tað er Umhvørvis- og vinnumálaráðið, sum varðar av navnalógini, er tað sóknarpresturin í sóknini, har ið móðirin býr, tá ið barnið verður føtt, sum er avgerðarmyndugleiki, tá ið børn fáa navn sambært navnalógini.

 

Umhvørvis- og vinnumálaráðið metir eisini, at tað, púra greitt, hevði verið ímóti í endamálinum við lógini ikki at skrásett p-talið hjá eini sammóðir, tá ið ættarsambandið hjá einum barni varð skrásett.

 

– Tað sum er avgerandi,  er ættarsambandið ímillum foreldur og børn. Umhvørvis- og vinnumálaráðið metir ikki, at tá ið foreldraheitini faðir og móðir eru nevnd í klombrum, hevur endamálið ikki verið at avmarka skaran, sum hevur foreldrastøðu.

 

Umhvørvis- og vinnumálaráðið metir tí, at p-talið hjá sammóðrini eigur at verða skrásett í skránni hjá Landsfólkayvirlitinum, tá ið ættarsambandið hjá einum barni verður skrásett, sigur Magnus Rasmussen.