Samtaksstjórin, Niels Mortensen, var ikki heima, tá heiðurin sum Ársins Virki 2022 varð handaður í Norðurlandahúsinum í dag, men hann helt takkarrøðu á skíggja. Mynd: Álvur Haraldsen.

Tí valdi dómsnevndin SMS-samtakið

SMS-samtakið hevur sløk 700 fólk á lønarlistanum, svarandi til 275 ársverk. Her arbeiða skúlaungdómar, handilsfólk, handverkarar, bakarar, kokkar og slaktarar. Tað var ein samd dómsnevnd, sum hesaferð peikaði á SMS sum Ársins Virki.

Samtaksstjórin, Niels Mortensen, var ikki heima, tá heiðurin sum Ársins Virki 2022 varð handaður í Norðurlandahúsinum í dag, men hann helt takkarrøðu á skíggja. Mynd: Álvur Haraldsen.

- Tað kann vera langt úr Føroyum og út í heim. Hetta er ein av fyritreytunum fyri at liva og virka avbyrgt úti í Norðuratlantshavinum. Hættar tú tær hinvegin at hugsa stórt, kennir rákið í tíðini, dugir at taka við útlendskum íblástri og samstundis halda fast um føroyska upprunan og eyðkenni, kanst tú bróta upp úr nýggjum og toga útheimin nærri Føroyum og føroyingum. Tað krevur treiskni, hegni og vítt útsýni.

 

Soleiðis verður sagt í grundgevingunum fyri at veita SMS-samtakinum heiðurin sum Ársins Virki 2022.

 

- Sjeytiárini vóru hendingarík í Føroyum. Vit trinu inn í eitt nýtt og øðrvísi tíðarskeið. Fjarstøðan millum okkum sum fólk minkaði í stórum. Tunlar vórðu boraðir, vegir vórðu asfalteraðir, og havnir vórðu bygdar. Vit fingu framkomin strandfaraskip, og brúgvin um Streymin bant størstu oyggjarnar í landinum saman. Men, fjarstøðan millum okkum og umheimin minkaði eisini.

 

Víst verður á, at í I1977 vuksu Føroyar - bókstaviliga. Fiskimarkið varð flutt út á 200 fjórðingar, og tað kollvelti veiðimynstrið hjá føroyingum. Samstundis vaks sjónarringurin hjá føroyingum. Ein orsøk var, at í einum føroyskum bygningi varð portur latið upp til fremmand lond og fremmandar marknaðir.

 

- Høgt til loftið og vítt til veggja, siga vit, tá tað er nógv og gott rúm inni. Í fluttari merking er tað eisini at vera savnandi og duga at fevna øllum. Øllum tørvum og øllum aldursbólkum. Børnunum, ungdóminum, foreldrunum, ommunum og abbunum.

 

Dómsnevndin vísir á, at Ársins Virki 2022 megnar bæði - at fevna øllum og toga útheimin nærri Føroyum. So at siga allir føroyingar hava okkurt tilknýti til fyritøkuna. Ikki bara tað, vit hava keypt, men eisini eitt minni ella onkra uppliving.

 

- Stavnhaldið hevur alla tíðina verið at hugsa og tillaga rembingarnar úti í heimi sum ein samrunnan part av føroyskum vinnulívi. Tað er av somu orsøk einki løgið í, at virkið gerst støðugt meira grønt og kýtir seg fyri at vísa størri fyrilit fyri umhvørvinum. Arbeitt verður miðvíst við at avmarka spill, og gomlu køliskiparnir verða skiftar út í stigum. Seinastu árini eru partar av virkseminum eisini knýtt upp í fjarhita, jarðhita og sjóhita.

 

Víst verður á, at í Føroyum kann vera torført at broyta gamlar siðir, men onkur skal gera tað.

 

- Fyritøkan er eisini síðan fyrsta dagin farin upp trappurnar og hevur samstundis hugt frameftir og uppeftir. Góða rákgongdin sæst aftur í teimum árligum roknskaparritunum. Drívmegin hevur verið, at onkur noyðist út um trøðna – út um teir miklu og tryggu garðarnar í Føroyum – fyri at fáa greiði á, hvørjar perlur goyma seg har. Tú veitst tað kanska ikki, men í Havn fóru tey also at drekka kaffe latte fyri 40 árum síðan.

 

Longu í áttatiárunum kundu føroyingar drekka italskt espressobaserað kaffi við heitari mjólk undir føroyskum taki í hugnaligum og heimligum umhvørvi.

 

##med2##

 

- Handlar eru komnir og farnir, men fyritøkan hevur støðugt megnað at vera ein savnandi og lívligur depil við breiðum, dagførdum og forvitnisligum vøruúrvali. Samtakið leggur eisini javnan karmar til fjølbroyttar upplivingar, har ein breiður skarði av fólki, ung og eldri úr øllum samfelagsbólkum, savnast um einstøk tiltøk. Her er gott pláss og ókeypis atgongd til tónleikaframførslur, framsýningar, kappingar og spæliland. Tí – sum tey siga – hví skal tað ikki vera eitt upplivilsi at fara til handils?

 

Dómsnevndin vísir á, at høvuðsbygningurin – sermerkti neystakendi bygningurin - er trífaldaður í vavi, síðan dyrnar lótu upp í 1977, og virksemið er við tíðini vaksið út um bæði húsið og býin. Kring alt landið eru handlar, sum samtakið eigur og rekur, og tað eru nú okkurt um 85.000 kundar, sum keypa gerandisvørur frá samtakinum um vikuna.

 

- Fyri fimtan árum tók annað ættarlið við, tá sonurin tók við sum stjóri eftir pápan, og har hevur hann útivið 700 fólk á lønarlistanum, svarandi til 275 ársverk. Har arbeiða skúlaungdómar, handilsfólk, handverkarar, bakarar, kokkar og slaktarar. 

 

Samtakið eigur og rekur tilsamans 13 handlar, sum selja húsarhaldsvørur. Samtakið eigur eisini fimm matstovur, umframt at vera partaeigari í venjingarmiðstøð og øðrum handlum. Samtakið hevur eisini við einum greiðum málpolitikki í lýsingum slóðað fyri góðum og livandi føroyskum handilsmáli. 

 

 - Góðu fíggjarligu úrslitini og atliti til sosiala og umhvørvisliga burðardygd eru høvuðsorsøkin til, at ein samd dómsnevnd hevur valt P/F SMS sum Ársins Virki 2022, verður lagt aftrat. 

 

Samtaksstjórin, Niels Mortensen, var ikki heima, tá heiðurin sum Ársins Virki 2022 varð handaður í Norðurlandahúsinum í dag, men hann helt takkarrøðu á skíggja. Mynd: Álvur Haraldsen.