Tíð uppá at fáa oyggjaleikirnar heim til Føroya

OYL 15: Tróndur Sigurðsson, býráðslimur í Havn heldur, at tíðin er búgvin

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Trónd Sigurðsson, formann í byggi- og býarskipanarnevndini, sum hevur verið til oyggjaleikirnar á Jersey.

 

Tróndur hevur eina góða uppliving av oyggjaleikunum, og ikki minst av framúrskarandi avrikunum hjá teimum føroysku ítróttarfólkunum.

 

Tróndur heldur, at tíðin er búgvin, at føroyingar standa saman um at fáa leikirnar aftur til Føroya. Fyrst mugu umstøðurnar hjá ymiskum ítróttargreinum tó bøtast. 

 

Givið er, at leikirnir verða í Havn, so teir eru sentralt samlaðir, men neyðugt er, at Tórshavnar kommunu og landið standa saman um at fáa leikirnar til Føroyar skjótast møguligt.