Tíðindafundur við venezuelanska andstøðupolitikaran María Corina Machado, sum er vinnari av friðarheiðurslønini Nobel í 2025, er útsettur í óavmarkaða tíð.
Tað upplýsir norska tíðindastovan NTB.
Tíðindafundurin skuldi eftir ætlan byrja kl 13 í dag í Oslo. Sjálv virðislønarhandanin verður mikudagin.
– Vit kunna tykkum um eina nýggja tíð minst tveir tímar frammanundan, stendur í fráboðan frá tíðindaleiðaranum Erik Aasheim, sambært NTB.
Andstøðuleiðarin, Machado, sum hevur livað í tí fjalda síðani 2024, hevur fingið ávaring um, at hon verður mett sum landasvíkjari, um hon fer úr Venezuela.
Tað er ikki greitt, hví tíðindafundurin er útsettur, og tað er heldur ikki greitt, nær hann verður.
Familjan hjá Machado er longu í Oslo.
Nobel-stovnurin hevur áður upplýst, at hann arbeiðir við teirri fortreyt, at Machado verður til staðar á tíðindafundinum. Men ógreitt hevur verið, um tað verður fysiskt ella talgilt.
Machado, sum er 58 ára gomul, er leiðari í andstøðuflokkinum Vente Venezuela, sum er í andstøðu til Nicolás Maduro, forseta. Hann hevur stýrt landinum við harðari hond mótvegis andstøðu og atfinnarum síðani 2013.
Maduro varð av andstøðuni - og serliga María Corina Machado - ákærdur fyri at hava framt valsvik, tá hann vann forsetavalið í 2024.
Hóast hon var leiðari í andstøðuni, fekk Machado ikki loyvi at stilla upp til valið. Edmundo Gonzalez Urrutia gjørdist andstøðuvalevnið í staðin.
Valmyndugleikin í landinum boðaði eftir valið frá, at Nicolás Maduro, forseti, var afturvaldur við 51 prosentum av atkvøðunum.
ST, ES, USA og ein røð av suðuramerikanskum londum hava funnist at atkvøðuteljingini.
Í uppskotinum til ársins friðarheiðursløn varð nógv tosað um amerikanska forsetan, Donald Trump, hvørs stjórn fleiri ferðir hevur sagt, at hann skuldi fáa hana.
Machado varð tó tilnevnd til friðarheiðurslønina av uttanríkisráðharranum hjá Trump, Marco Rubio, og hon vígdi skjótt friðarheiðurslønina til amerikanska forsetan, sum annars vil hava heiðurin sjálvur.
/Ritzau/NTB











