Hóast bilurin er vorðin mattur í lakkinum, skitin innan og luktar av fiski, ella at sós er runnin niður í setrini, er ikki at missa mótið. Hjá Tidy Car kann bilurin viðgerast so, hann verður sum nýggjur aftur
Bilar
Magnus Gunnarsson
Fyri at tryggja tað best møguliga úrslitið, byrja allar Tidy Car viðgerðir við at bilurin verður væl og virðiliga reinsaður. Síðan verða brúktar sergjørdar maskinur, sum reinsa lakk, plastikk og krom sera effektivt. Síðan verður bilurin poleraður, soleiðis at skeinur og skøvur verða slípaðar burtur, og lakkið verður skínandi blankt. Til seinast verður lakkið serviðgjørt við Tidy Car forsegling, sum verður ein partur av lakkyvirflatuni. Úrslitið verður ein skínandi blankur bilur, sum er mótstøðuførur móti øllum veðri.
Setrini impregnerað
Bilarnir í Føroyum blíva munandi skitnari, enn til dømis í Danmark, bæði uttan og innan, tí er ofta neyðugt at taka setrini úr bilinum, og hátrýstreinsa tey. Tá setrini eru blivin rein, verða tey impregnerað, soleiðis at tey tola meira av. Um bilurin luktar illa innan av fiski, mjólk ella øðrum, er tað heldur ongin trupulleiki hjá Tidy Car. Eisini sportsfelgurnar verða sum nýggjar eftir eina viðgerð.
Hægri søluvirði
Umframt at teir nýggju Toyota bilarnir verða Tidy Car viðgjørdir, fáa teir flestu brúktu bilarnir, sum Reyni Service tekur inn, eisini eina viðgerð áðrenn teir verða seldir. Ein brúktur bilur, sum hevur fingið eina slíka viðgerð, fær munandi hægri søluvirði og verður lættari at sleppa av við. Tidy Car er eitt amerikanskt produkt, og alt tilfarið kemur haðani. Í Danmark eru eini 40 Tidy Car sentur. Í Føroyum verða millum 70 og 100 bilar viðgjørdir um mánaðin, sigur Skylv Hartvigsson, leiðari hjá Tidy Car.