Vanlukkan hendi, tá eitt lítið flogfar við átta fólkum umborð datt niður á eina gøtu í Selangor økinum, har tað rakti tvey fólk í ferðsluni.
– Tveir persónar í ferðsluni, ein í einum bili og ein á motorsúkklu, doyðu eins og átta fólk í flogfarinum, segði Ohamad Iqbal Ibrahim, sum er løgreglustjóri á staðnum.
Tvey umborð á flogfarinum vóru manning, hini ferðafólk.
Flogfarið var á veg av malaysisku oynni Langkawi til ein flogvøll vestan fyri landsins høvuðsstað, Kuala Lumpur.
Myndugleikarnir skulu nú kanna umstøðurnar handan flogvanlukkuna nærri.
/ritzau/AFP
##med2##