Gudstænastan verður á ovara vølli í Gundadali 20. mai klokkan 11.
Ann Dahl Hansen, prestur, sigur at nógv spennandi verður á skránni. Havnar hornorkestur og GHM fara at spæla undir sálmasanginum.
– Vit fara at syngja bæði sálmar og sunnudagsskúlasangir. Kór kemur at syngja fyri okkum. Eftir gudstænastuna verður drekkamunnur og okkurt gott til børnini – og øll eru hjartaliga vælkomin, sigur hon.