Tikin tvær ferðir fyri at koyra ávirkaður

Ein maður í Klaksvík varð tikin fyri rúsdrekkakoyring á middegi. Longu hálvanfjórða tíma seinni var tikin fyri aðru ferð

Um middagsleitið í gjár var ein bilur steðgaður í Klaksvík. Maðurin, sum koyrdi bilin, varð biðin um at blása í alkoholmetrið, og tað vísti seg, at promillan var ov høg. Tí varð hann skuldsettur og tikin við á støðina, og blóðroynd varð tikin. 

Síðani varð maðurin latin leysur aftur. 

Klokan 15:30 í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at bilurin hevði koyrt á ein parkeraðan bil í Klaksvík. Fráboðarin helt, at bilførarin var ávirkaður. Løgreglan fór á staðið og fekk fatur á bilføraranum.

Nú vísti tað seg, at talan var um sama mann, sum tríggjar tímar frammanundan varð skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. 

Hann varð tí aftur handtikin, blásti í alkoholmetrið og blóðroynd varð tikin. Alkoholmetrið vísti, at hann nú hevði meira rúsdrekka í blóðini, enn hann hevði fyrru ferðina.

Av tí at promillan ikki var so øgiliga høg fyrru ferðina, varð koyrirætturin ikki tikið frá manninum. Koyrikortið varð tikið, men hann fekk eitt fyribils koyrikort. Hann hevði tí loyvi at koyra bil, til dómur fellur í málinum. Men tá hann koyrdi ávirkaður aftur longu tríggjar tímar seinni, so fær pípan annað ljóð.

Tað endaði so við, at nú er tvey mál um rúsdrekkakoyring móti sama persóni.