Danskir og evropeiskir hermenn venja í Grønlandi í eini av størstu hernaðarligu venjingunum í nýggjari tíð, men USA er ikki boðið við.
Hermenninir venja at verja kritiskt undirstøðukervi, fara umborð á skip og at kunna brúka hernaðarligar dronur í arktiskum lendi.
Arktiski kommandoleiðarin, Søren Andersen, váttar, at amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, var boðsendur, men at amerikanski herurin ikki hevur.
- Vit arbeiða saman við starvsfeløgum á amerikansku rúmdarstøðini Pituffik, men teir vóru ikki bodnir við eindum til hesa venjingina, sigur Søren Andersen við Reuters.
USA, undir Donald Trump forseta, hevur víst á ynski um at yvirtaka Grønland, og tað hevur gjørt viðurskiftini við Danmark og Grønland verri. Trump hevur eisini funnist at Danmark fyri ikki at megna at verja Grønland.
Í september fer danska verjan at venja saman við sameindum í Grønlandi undir venjingini Arctic Light 2025. Undir venjingini fer Verjan at venja saman við starvsfeløgum úr Fraklandi, Týsklandi, Svøríki og Noregi. Tilsamans luttaka yvir 550 hermenn í venjingini.
Verjan fer at veita fregattina Niels Juel, F-16 flogfør og tvær tyrlur umframt stuðul frá teimum trimum tænastunum hjá verjuni, serdeildini og heimaverjuni.
Harumframt luttaka sjóverjuskipið "FS Garonne", eitt luftáfyllingarflogfar og fjallainfanteri við dronuútgerð úr Fraklandi, heimaverjustuðul úr Svøríki og Noregi, umframt eygleiðaratoymi og starvsfólkastuðul úr Týsklandi.
Týskland og Frakland hava áður lýst sín stuðul til Grønland og Danmark eftir útsagnirnar hjá Trump.
Óhefti hernaðargreinarin, Hans Peter Michaelsen, sigur við Reuters, at venjingin hevur "eitt sterkt politiskt signal" at vísa, at Danmark verjir Grønland saman við NATO-sameindunum.
- Venjingin er grundleggjandi ætlað at vísa amerikanarum, at Danmark hyggur eftir Grønlandi og ger tað við hjálp frá øðrum stórum NATO-londum, sigur Michaelsen.
Søren Andersen avsannar, at venjingin var ætlað sum ein boðskapur til Washington. Talan er um eina afturvendandi venjing, sum seinast var í 2023.
Hann hevur áður sagt við DR, at fyrr í planleggingarskeiðnum lá tað á tekniborðinum, at USA eisini skuldi luttaka í venjingini.
Men tá hevði venjingin eitt annað endamál, sum fyrst og fremst snúði seg um at handfara vanlukkustøður.
Sambært lektaranum Jon Rahbek-Clemmensen hevði tað verið natúrligt, at USA luttók, men tað meta vit eisini, at amerikanarar ikki gera tað í ljósinum av útsøgnunum hjá Trump.
- Tað hevði verið øgiliga trupult hjá Donald Trump at hildið fast um narrativið um, at Danmark ikki er uppgávuna vaksi hernaðarlig. Um amerikanski herurin samstundis var uppií og vandi hvassar missiónir saman við Arctic Command og fleiri øðrum sameindum, sigur lektarin við DR.
Hann hevur tilknýti til Center for Arktisk Sikkerhedsstudier á Strategideildini á danska verjuakademiinum, har hann granskar í Arktis og altjóða politikki.
/Ritzau/