Til Danmarkar á vatnskutara

Atli S. Petersen úr Kvívík og Sveinur Høgnason úr Skopun fyrireika í hesum døgum eina stóra verkætlan. Teir ætla sær at sigla við vatnskutara úr Tórshavn og niður til Lange Linje í Keypmannahavn. Sama ruta sum Ove Joensen róði á sinni

Atli og Sveinur venja nógv í hesum døgum. Fyri framman liggur ein harður túrur á vatnskutara úr Tórshavn niður til Keypmannahavnar. Teir hava keypt hvør sín sera skjótt gangandi vatnskutara.
? Tað er onki sum flytur seg skjótari eftir vatninum enn hesasr maskinurnar, sigur Atli S. Petersen. Hann er annar av teimum báðum, sum eru farnir í holt við hesa verkætlanina. Hann greiðir frá, at maskinurnar sigla við okkurt um 70 til 75 mílum, og tær hava ein motor við 185 hestum og 1.500 cc. Tá Sosialurin tosaði vit Atla, hevði hann júst fingið at vita frá Kaj Andreassen og co., sum hevur hjálpt teimum við at fáa skutararnar heim, at maskinurnar vóru avskipaðar niðri og á veg til Føroyar.
? Vit hava fingið ótrúliga góða hjálp frá Kaj og co, og tað er sera spennandi, nú maskinurnar eru á veg heim, sigur Atli.
Atli hevur sjálvur eina líknandi maskinu. Hon er tó eitt sindur minni enn hesar, sum nú eru á veg til Føroyar. Men teir nýta so hesa til at venja á, og tað ber væl til. Atli væntar, at bara maskinurnar fara at lokka nógv fólk til, tí hann hevur okkurt kvøldið verið rættuliga seint á Leynavatni og vant. Beinanvegin er fólk savnast har at hyggja at.
Ein tílík maskina, sum teir nú hava keypt, hevði kostað umleið 150.000 krónur í Føroyum, tá alt er við, so hetta er ikki smápengar talanin er um. Men teir hava so fingið tann neyðuga stuðulin, og nú arbeiða teir víðari við at útvega meira stuðul til ferðina.

Rutan hjá Ova
Teir fara at sigla úr Tórshavn til Shetlandsoyggjarnar. Síðani gongur leiðin til Norra og so til Hanstholm ? gjøgnum Limfjørðin, og teir enda so á Lange linie í Keypmannahavn. Hetta er sama ruta, sum Ove róði, men tað var ikki teirra ætlan.
? Hetta er bara blivið til somu rutu. Upprunaliga løgdu vit út við at sigla til Suðuroyar. So bleiv tað til Shetlandsoyggjarnar, og nú er tað so blivið líka til Danmarkar, sigur Atli, sum er sera spentur upp á, hvussu hetta fer at ganga.
Teir rokna við, at teir verða í mesta lagi 15 tímar í sjónum tilsamans. Vatnskutarin hevur olju til einar seks tímar, og teir vænta ikki at koma at vera longri enn fýra tímar í senn í sjónum. Túrurin úr Føroyum til Shetlands er mettur at taka millum hálvanfjórða til fýra tímar.
? Tað verða kanska onkrir steðgir, tí um havaldan er stór, so kann tað væntast, at maskinan flýgur, sigur Atli, sum tó ikki er bangin fyri hesum. Hann sigur, at maskinan klárar ein tílíkan túr á opnum havi væl, og trygdin er í hásæti, tí maskinan virkar á tann hátt, at um ein dettur av henni, so steðgar hon.
? Ein situr sum á motorsúkklu, og tú trýstir á við tumlinum, tá tú skalt hava ferð á. Og hartil er ein lykil, sum er teldugjørdur við eini kodu á. Um persónurin dettur av maskinuni, so dettur lykilin úr, og maskinan steðgar, greiðir ein sera spentur Atli frá. Men hann ásannar tó, at talan er um ein ikki so lítið vandamiklan túr.
? Tað skal nógv venjing til. Tað er púra vist. Og tað er stórur munur á at sita í stovuni og fáa eitt gott hugskot og so at føra tað út í lívið, sigur hann. Atli og Sveinur vita eisini, at tað skal sálarlig venjing til.
? Tá tú situr har úti mitt á havinum og har er bara sjógvur rundan um teg, tá ræður um at duga at halda høvdið kalt og ikki fara í panikk, sigur hann.

Góðgerandi endamál
Teir báðir Sveinur og Atli gera ikki hetta bara fyri seg sjálvar. Endamálið við hesum túrinum er góðgerandi. Teir hava søkt um stuðul nógvastaðni og hartil hava teir gjørt eina avtalu við Kall um at byrja eina kapping, har fólk kunnu ringja inn til eitt tlf nummar og harvið stuðla tey eisini hesi verkætlanini. Yvirskotið frá stuðlinum fer óskert til tey rørslutarnaði.
Atli sigur, at hann mangan hevur verið vitni til, hvussu tvørligt tað kann verða hjá einum rørslutarnaðum at sleppa fram í samfelagnum, og tí hava teir gjørt av, at yvirskotið skal fara til tey.
? Tað er eisini lættari at fáa stuðul, tá tað er til eitt gott endamál, og um vit fáa eitt gott úrslit burturúr hesum, so kunnu vit ganga við upprættaðari pannu og gleðast um, at onnur eisini hava notið gott av tí, sum vit hava gjørt, sigur Atli S. Petersen.
Verkætlanin er vorðin sera stór, síðani teir báðir á fyrsta sinni tosaðu um at sigla til Suðuroyar.
Føroyingar fara at kunna fylgja hesum báðum djørvu monnunum á teirra ferð til Danmarkar. Teir hava gjørt eina heimasíðu, sum fólk kann fara inná. Og við tað, at teir hava gps-ara, so fer at bera til at fylgja teimum á netinum.
? Vit hava teknað eitt kort, og so verður ein strika á kortinum, soleiðis at til ber at síggja, hvar á leið vit eru, greiðir Atli frá.
Um alt gongst eftir ætlan, so hava teir báðir verið túrin á Ólavsøku.
So nú rokast teir við at fáa alt til høldar og royna at útvega fleiri stuðlar, meðan teir samstundis skulu venja. Tá tær nýggju maskinurnar eru komnar til landið, ætla teir at gera onkran royndartúrin til Suðuroyar. Hetta fyri at læra maskinurnar betur at kenna á havi. Atli og Sveinur hava gott mót, og ikki kann annað sigast enn at teir eru tveir djarvir menn, sum fara í holt við hetta við einum góðum endamáli fyri eyga.