Til dystin fús!

Tað skuldi verði mær ein stór gleði at umboða Føroyar eftir komandi fólkatingsval - sum tað sømir seg við spekt og sóma - bygt á tær royndir og tað netverk , sum skapt er gjøgnum 20 ára politiskt arbeiði millum føroyskar og danskar polittikarar. Til hetta arbeiði eri eg til dystin fús

Føroyar hava brúk fyri, at ein sambandsrødd umboðandi landið komandi valskeið. Eitt fólkatingsumboð, sum hevur hjarta á røttum stað, og sum umboðar tann sakliga partin av føroyingum. Eitt fólkatingsumboð sum sær allar teir positivu møguleikarnar í samstarvinum.

Høvuðsuppgávan hjá einum sambandsumboði er sjálvandi fyrst og fremst tað politiska arbeiðið á fólkatingi - at virka í fólkatinginum, har alt ríkið, Danmark, Grønland og Føroyar, er umboða á líka fóti.

Uppgávan er eisini at umboða føroyingar í Danmark, tey ungu undir útbúgving, tey sum eru har vegna sjúku, og teir føroyingar sum annars hava ørindi har .

Ein sera týdningarmikil og forsømd uppgáva er eisin at gera eitt upplýsandi arbeiði fyri at kunna danir um føroysk viðurskifti, bjóða seg fram til felagskapir, skúlar og onnur við sakligari upplýsing um Føroyar.

Tað skuldi glett meg at fingið loyvi til at virka fyri føroyskum viðurskiftum í ríkisfelagskapinum.