Til krabbameinssjúk og øll áhugað!

Er áhugi fyri at stovna deild av Tidslerne í Føroyum?

Fyri 7 árum síðani stovnaðu nakrar kvinnur í Danmark alternativa krabbameinsfelagið »Tidslerne«, ið er felag teirra sjúku. Bert sjúklingar hava valrætt og kunnu veljast í nevndina, men øll sum hava áhuga kunnu gerast limir. Limirnir eru ógvuliga glaðir fyri stuðul frá bæði avvarðandi, læknum og alternativum viðgerðarum. Í dag eru 2.600 limir. Felagið er sjálvstøðugt og óheft bæði av læknum og alternativum viðgerðarum.

Høvuðsendamálið er at taka sær av áhugamálunum hjá sjúklingunum, íð antin hava sagt nei til læknaliga viðgerð, ella hava supplerað læknaligu viðgerðina við alternativa viðgerð og uppaftur onnur eru uppgivin av læknunum.

Felags fyri okkum limir er, at vit sóknast eftir nýggjum leiðum og nýhugsanum í krabbameinsviðgerðini, t.d í staðin fyri at drepa tað sjúka so heldur styrkja tað fríska og harvið stimbra immunverjuna.

Krabbameinsfelagið Tidslerne vilja vísa á, at sjúklingurin sjálvur kann gera nakað, eins og livast kann við sjúkuni, og at krabbamein kann haldast niðri við viðgerð, lagað eftir tørvi hjá tí einstaka. Somuleiðis vilja tey í felagnum, at tosast skal um úrslit og hjáárin av læknaligu viðgerðini, og at sjúklingurin sjálvur kann velja, grundað á sakliga upplýsing um árin og hjáárin bæði uppá stutt- og serliga uppá longri sikt. Tey meina, ikki at tær traditionellu læknaligu viðgerðirnar eru vísindaliga grundaðar, m.a. tí at sjúklingar, ið hava sagt nei til læknaligu viðgerðina ikki verða skrásettir.

Felagið arbeiðir við at skráseta royndir av alternativum viðgerðarháttum, sum síðan verða kunngjørdar í blaðnum »Tidslerne«, ið tey geva út 4 ferðir um ári. Í blaðnum eru eisini áhugaverdar sjúkrasøgur, t.v.s. persónligar frágreiðingar, tíðindi og granskingarúrslit innan bæði ta læknaligu og alternativu krabbameinsviðgerðini, og mangt annað viðkomandi tilfar.

Telefonlinja er opin hvønn dag so tosast kann bæði við nevnd og sjálvbodnar krabbameinssjúklingar, um ein hevur spurningar ella bert hevur hug at práta við onkran í somu støðu. Hetta hevur stóran týdning, tí tað er prógvað, at krabbameinssjúklingar, ið hava samband við onnur við somu sjúku, hava tað betur og liva longri. Felagið kann eisini geva upplýsingar um viðgerðarar, ið arbeiða við krabbameini.

Heldur tú eisini, at hetta ljóðar áhugavert, og at ein deild av Tidslerne átti at verið sett á stovn í Føroyum til frama fyri verandi og komandi krabbameinssjúklingar, ert tú vælkomin at ringja á tlf. nr. 31 55 81 at frætta meiri.

Viðmerkjast skal at Tidslerne eru á internetinum á www.tidslerne.dk