Til landsstýrismannin í heilsumálum, Bill Justinussen

Á felagskommunalum fundi á Sandi tann 3. okt. 2002 samtyktu borgarstjórarnir at senda skriv til myndugleikarnar viðvíkjandi læknaviðurskiftunum í Sandoyar læknadømi.
Borgarstjórarnir vilja harðliga átala at læknaviðurskiftini eru blivin heilt út av lagi vánalig og ótrygg.

Vit hava havt ein danskan læna her síðan 4. mars og hevur hann sitið einsamallur við vakt alt samdøgurið í 6 mánaðir. Hann hevur havt frí eina viku nú frá 23. til 29. sept., tá avloysari bleiv settur og hann skuldi so byrja aftur 30. sept., men møtti ikki upp. Vit hava hoyrt, at hann kemur aftur í næstu viku, og vit hava ligið uttan lækna í fleiri dagar.
Fólk í læknadøminum eru sera ótrygg og illa nøgd við verandi lækna, tað sæst eisini á tí stóra hópi, ið má søkja læknahjálp í Havn.
Eftir at hava viðgjørt støðuna og tikið samanum, meta vit at støðan er so ótrygg við verandi lækna, at rættast er at hann verður loystur úr starvinum.
Vit hava ikki nakra loysn uppá, hvussu læknatrupulleikin í Sandoynni kann loysast, ein møguleiki kundi verið at sett eina skiftisskipan á stovn, soleiðis at kommunulæknar aðrastaðni frá kundu arbeitt eina viku í senn í Sandoynni, men sjálvsagt vita vit ikki, um hetta letur seg gera.
Vónandi verður hesin trupulleikin tikin upp á hægsta stað og ein loysn funnin, so fólk kunnu kenna seg trygg í læknadøminum.
??????????????????

Jóhan Petur í Soylu
borgarstjóri, Sandi
Hanus undir Leitinum
borgarstjóri, Húsavík

Gerhard Lognberg
borgarstjóri, Skopun

Torbjørg Djurhuus
Skálavíkar Kommuna

Jóhan Hentze
borgarstjóri, Skúvoy

avrit er eisini sent til: Landslæknan, løgtingsmenninar fyri Sandoynna og Páll á Reynatúgvu, landsstýrismann