Hartvig abbin farin ert tú,
og eftir við sorgini sita vit nú.
Men minnini aldrin burtur fara,
um tína sál so góða og kæra.
Tú hevur okkum við søgum fylt,
ta løtuna var alt so stilt.
Ja hesa løtu tú segði frá,
man alla søguna fyri sær sá.
Góði abbi tú elskaður var,
ikki minst av okkum, sum vóru tær nær.
Tú kundi so mangt við hondunum byggja,
bæði hús og bátar eftir teg lyggja.
Nú hevur Guð tínar dagar talt,
og vit vilja takka tær fyri alt.
Betri abba vit ei kundu ynskt,
nú manglar bert tað, sum er allar tyngst.
At siga farvæl er ikki lætt,
tað er sikkurt og púra satt.
Nú følist alt so tómt og kalt,
men góði abbi takk fyri alt.
Hvíl í friði
Abbasynirnir