Alma var fødd í Fuglafirði 8. januar 1934, dóttir Sedeu & Sámal Andrew Midjord. Hon var trielst av átta systkjum, tríggir beiggjar og fimm systrar. Eftir á lívi eru fimm sysktin, tveir beiggjar og tríggjar systrar.
Alma fór tíðliga til arbeiðis, var á støðini sum telefongenta, og á posthúsinum, bæði sum arbeiðsgenta og gekk við posti.
Eitt skifti var hon í Klaksvík, har hon var á hotelli.
Í 1955 fór hon sum 21 ára gomul til Havnar, har hon byrjaði á skrivstovuni á táverandi Dronning Alexandrines Hospital, seinni Landssjúkrahúsið.
Eftir eina tíð fór hon til Hjørring at fáa sær útbúgving. Hon lærdi til
oldfrue, ella rengøringsinspektrice, sum tað eisini verður nevnt.
Í 1957 giftist Alma við Finn Ejlert Samsonsen, málara, av Tvøroyri, og tey fingu sonin Hans Marner, vanliga nevndur Hansemann.
Síðan arbeiddi hon á Landssjúkrahúsinum til 1971, tá familjan flutti til Hørsholm. Har vóru tey í eitt ár, og Alma starvaðist á Frederiksborg Amts Sygehus.
Heim aftur komin var hon í Leibeining á Landssjúkrahúsinum, har hon kom í samband við nógv fólk. Hon fylgdi væl við og var eitt sera livandi menniskja.
Tað var næstan ikki fólk, hon ikki kendi ella visti okkurt um. Antin um familjuna ella hvar í landinum viðkomandi var frá.
Í 1977 fór hon saman við manninum og soninum í gongd við egnan málingahandil í Havn. Hennara kunnleiki til fólk kom eisini væl við har.
Tá maðurin, Finn Ejlert, gjørdist sjúkur, var hon nógv um hann í hansara sjúkratíð, og var hon honum ein hollur stuðul. Hennara partur lá ikki eftir.
Alma gjørdist einkja í 1986, bert 52 ára gomul, tá Finn Ejlert andaðist, bert 55 ára gamal.
Hon valdi at flyta til Danmarkar í 1988: Hon búði á Nørrebrúgv, og lærdi hon nógv fólk at kenna. Har møtti hon Preben, sum hon livdið saman við í nógv ár. Hóast hon næstan bert var millum danskarar, segði hon altíð noy. So at mamma var úr Fuglafirði, legði hon stóran dent á. Hon gekk javnan í kirkju, so tað kristna, hon fekk í beini heimani frá, sat fast í henni.
Hon gjørdist sjúk í lungunum, so hon kundi ikki arbeiða. Tað gekk ein tíð við heimahjálp, men noyddist hon á pleyguheim fyrst í 2003. Preben var um hana í hennara longu sjúkratíð og vitjaða hana annanhvønn dag, meðan hon lá á pleyguheiminum "De Gamles By" í Keypmannahavn, har hon var í næstan tvey ár.
Alma var nógv fyri familjuna, og serliga tey børnini hon var mostur til. Tey vóru mangan og vitjaðu mammu og pápa mín, og høvdu onnur børn við sær. Øll vóru tey vælkomin. Har kundu vera nógv børn, og hevði hon gott tol við teimum. Tey senda henni eina hjartaliga tøkk fyri tað.
Alma dugdi væl til hendurnar. Ommubørn og børn hjá systrunum hava fingið mangt bundið og seyma plaggi frá henni. Tað man verða mangur, sum eigur eitthvørt til tann føroyska búnan, ið hon hevur haft á hondum.
Eisini familjan hjá soninum hevur notið nógva umsorgan frá Almu.
Svigardótturin, Jancy, og børnini Randi, Finn Fróði og Karin.
Hon var ikki frí fyri at forkela øll í familjuni, og ein fór sjálvdan til fánýtis at fáa hjálp frá henni. Tey eru øll samd um, at kærleikan spardi Alma ikki upp á.
Altíð spurdi hon, hvat tey gjørdu, og um tey høvdu tað gott. Eisini síðstu vikuna hon livdi, hóast hon ikki orkaði at tosað, spurdi hon eftir teimum. Hvat tey gjørdu, um tey høvdu tað gott. Skuldi vit altíð heilsa.
Umsorgan fyri øðrum hevði mamma altíð. Havandi ymiskar ræðuligar hendingar í huganum hesa seinast tíðina, hugsi eg ofta um, at mamma vanliga segði um tey farnu "ja onkur eigur tey". Onkur átti eisini mammu, og eru vit sum eftir sita, glað fyri at hava havt hana her hjá okkum.
Mamma ynksti at verða jarðað í Føroyum, við síðuna av pápa mínum. Vónandi hevur hon ikki fortreð meira av sjúku, men kann hon verða saman við teimum, sum undan farin eru.
Friður veri við minninum um mammu, vermammu og ommu okkara, Almu Samsonsen
Hansemann.