Eri staddur í Rumenien, vit hava avskipað eina stóra nøgd av sjúkrahúsútgerð til sjúkrahúsið í Budesti og til sjúkrahúsið í Oltnita, somuleiðis bleiv ein rættiliga stór nøgd av sera góðum klæðum útdeild til fólkið í bygdini Clincu, har vit arbeiða einamest. Hetta vóru klæðir, sum vóru givin av góðhjartaðum handils- og privatfólkum í Føroyum. Gleðin og takknemligheitin var at fáa eyga á, tað vóru bæði børn og vaksin, sum gleddust um hesa stórfingnu gávu. Mitt í hesum gleðisróminum kemur eitt sms á telefonina, tað er Ruth, dóttur okkara sum skrivar.
Babba, hevur tú frætt at Aril Edvardsen er deyður? Grundað á persónlig vinarbond, sum blivu knýtt okkara millum fyrst í 80'unum, tá hann vitjaði her á landi fyrstu ferð, havi eg valt at skriva nøkur orð um hendan stóra Guds mannin í nýggjari tíð, tilfar sum er at taka av er rúgvusmikið, tó skal tað vera ein forkortað endurminning her frá.
Aril byrjar sína evangelist- og boðanartænastu í 1959, tað skuldi skjótt vísa seg, at hesin ungi maður var ein málrættaður og visjonerur maður, hetta kundi føra hann til tíðir inn í misskiljingar, men hann stóð fastur uppá visjónina, sum Harrin hevði givið honum.
Í 1965 stovnar hann Troens Bevis, hetta skuldi vísa seg at vera ein av tí størstu heimsevangeliseringum í nýggjari tíð, hetta bleiv ein heilt øðrvísi máti at missionera uppá, hann skaffaði tað fíggjarliga grundarlagið til hetta arbeiði frá teimum ríku londunum, tað blivu fastir gevarar við einum føstum gjaldi um mánaðin, sum komu at fíggja innføddar trúboðarar í hesum ymsu londunum. Her heima í Føroyum er ein fittur flokkur av fólki, sum stuðla Troens Bevis.
Aril varð ein, sum bygdi brúgv millum ymsar mentanir og ymsar trúðarrætningar, her bleiv hann ikki altíð væl forstaðin, her gingu bylgjurnar til tíðir høgt millum gamalt og nýtt.
Aril var tann evangelistur í nýggjari tíð, sum megnaði at savna ein stóran part av teim ymsu kirkju- og samkomuleiðarunum undir einum felags heiti - At tit mugu elska hvønn annan.
Vit mongu, sum hava gjørt okkum túrin til Sarons Dal, serliga í 70- og 80'unum, kundu uppliva at lutherskir bispar, próvstar, prestar, saman við pinsum, katolikkum, karismatikarum, kundu standa saman í Sarons Dal í einleika og prísa sínum frelsara.
Aril móttók frá tí Pakistanska presidentinum ein prís fyri at vera ein, sum skapaði sáttargerð millum fólkasløg.
Aril var ein virkin maður, hann megnaði at skriva 50 bøkur, tó var tað mesta um trúgv og evangelisering.
Ein filmur er gjørdur um hann, sum ber heitið Himmelen revner.
Hann plagdi at taka so til, tá tosað var um hvussu ein ynskti at doyggja, tá segði hann so, »At jeg dør med støvlene på«, her hugsaði hann, at hann hevði arbeiðsstivlarnar á, tað kom hann so at uppliva.
Aril vitjar Føroyar
Í november mánað í 1981 kemur Aril til Føroya á fyrsta sinni, rørslan, sum reisti undir heitinum Kristus er svarið, stóðu sum innbjóðarar. Saman við Åge Ålekjær og einum filmsliðið úr Sarons Dal, blivu møtir hildin ymsastaðni í landinum, ítróttarhallir blivu stúgvandi fullar av bæði ungum børnum og aldrandi fólki. Jú av sonnum dagar við vælsignilsum. Tá ið Aril vitjaði lond, setti hann seg altíð inn í fólksins søgu og mentan. Vit høvdu tosað við Salamon Joensen, prest (sála), um hann kundi greiða frá og fara ein túr við Aril á søgulig pláss.
Eftir hendan túrin helt Salamon fyri, sjálvdan havi møtt slíkum persóni, sum hevur sett seg so væl inn í søgu okkara og mentan.
Somuleiðis var hann og heilsaði uppá okkara politiska leiðara tá, Paula Ellefsen.
Vit vistu, tá vit tóku tað óvanliga stig at bjóða Aril til Føroyar fyri aðru ferð, kom tað at geva rembingar, men vælsignilsi við vitjan hansara vigaði meira fyri okkum.
Í miðum 80'unum kemur Aril og Karin, Kei Holte og konan at hava møtir í tjaldinum á Gøtueiði. Aril var lættur at vera saman við, skemtingarsamur, hann var ein maður, sum gav frá sær av teimum royndum, hann hevði gjørt í tænastuni.
Vit eru mong í Føroyum, sum eru takksom fyri tað Aril hevur givið okkum gjøgnum vitjanir, tað skrivaða orðið og á annan hátt. Við hesum orðum vil eg lýsa frið yvir minni um Aril Edvardsen.
Vinarliga
Thomas J. Askham