Til minnis um Dieter

Tann 26. juni andaðist Dieter Helmut Edmund Ferber, bert 67 ára gamal.

Sum tað skilst á navninum, er Dieter ikki upprunaliga føroyingur. Hann er nevniliga týskari, og hann hevur eina spennandi søgu. Sigast kann, at hann hevur upplivað ein stóran part av nútíðar heimssøgu. Dieter var føddur 11. september 1939, og var hetta eina viku eftir, at 2. heimsbardagi byrjaði við týska álopinum á Polen. Hóast kríggj kom Dieter at hava eitt gott barnaheim, og tað eydnast at halda familjuni saman krígárini við, at tey hjálptu og stuðlaðu hvørjum øðrum.


Tá ið bardagin endaði, kom Dieter úr einum einaræði til eitt annað. Tey búðu eystarliga í Týsklandi, sum fyrst varð hersett av russarum, og sum í 1949 gjørdist til DDR, Týska Demokratiska Lýðveldi, sum tó ikki hevði so nógv við demokrati at gera. Hetta merkti, at nú varð Hitler avloystur fyrst av Stalin og síðani av hansara ørindasveinum, og hetta var ikki stórt mætari.


Her gjørdist ov trongligt fyri tann frælsishungrandi Dieter eins og hjá nógvum øðrum eysturtýskarum. Sum 17 ára gamal avgjørdi hann saman við tveimum vinmonnum at rýma úr DDR. Hetta mátti gerast í loyndum, so familjan visti av ongum, fyrr enn tey frættu, at Dieter nú var í Vesturtýsklandi.


Nøkur ár seinni kom Berlinmúrurin, og tá gjørdist tað ógjørligt at koma úr DDR. Tey sum royndu tað vórðu skotin. Tað var eisini sera trupult at koma inn í landið hjá fólki í støðuni hjá Dieter. Tó kundi hann koma til DDR, tá hann trý ár seinni fekk vesturtýskt pass. Tó skuldi søkjast um visum, og hetta tók sína tíð. Sum dømi um skipanina kann nevnast, at tey sum fóru til DDR sum turistar kundu enntá ikki hava eina Dimmalætting ella onnur bløð við sær. Fólkið í DDR skuldi verjast móti eini og hvørji »skaðiligari« kunning um viðurskiftini í vesturheiminum, sjálvt tað sum var skrivað á føroyskum!


Tískil gjørdist sambandið við familjuna rættiliga avmarkað í mong ár. Ein dag hendi so tað, at DDR fall og gjørdist partur av demokratiska Týsklandi. Nú varð fullkomið frælsi, og tey kundu ferðast, sum tey vildu. Hetta var aftur ein stór broyting, men hesa ferð til tað betra. Tá kom familjan eisini til Føroyar á vitjan, eins og Dieter saman við síni familju uttan roks kundi vitja sína ætt heima í Týsklandi.


Dieter fór í bryggjaralæru í Týsklandi, og seinni gjørdist hann eisini bryggimeistari. Framvegis hevði hann hug til at royna nakað nýtt, so hann søkti um starv sum bryggimeistari bæði í Føroyum og Canada. Hann fekk játtandi svar frá báðum støðum, men hann valdi tað fullkomiliga ókenda, nevniliga Føroyar. Hann kom til Havnar dagin eftir ólavsøku í 1967, og hevur hetta eisini verið ein stór broyting frá tí, sum hann var vanur við.


Dieter kom tískil at vera bryggimeistari á Restorffs í mong ár fram til 1990. Um hesa tíðina kom hann at hitta Elspu á Borg á Argjum og dóttir hennara Silju. Elspa og Dieter giftust og hava fingið synirnar Edmund og Hugin. Okkara samband stavar frá døtrunum, sum gjørdust vinkonur, og hevur hetta samband givið fatan av einum góðum familjulívi og eisini samanhaldi úti á Borg á Argjum, har fleiri av ættini búgva í sama grannalagi.


Um hesa tíðina fór Dieter eisini at rógva út, og tá ber illa til at gerast meira føroyskur. Hann tók lut í øllum tí, sum føroyingar plaga at fáast við, sum til dømis at skjóta harur, og hann helt eisini við B36, har hann spældi við besta liðnum í fleiri ár. Men tó helt hann við Týsklandi, tá Føroyar spældi móti hansara føðilandi!

Dieter plagdi eisini at vera ferðaleiðari hjá týskarum, sum komu higar, og hetta var eisini nakað fyri hann. Og væl dugdi hann at greiða frá.


Dieter var kendur fyri at vera sera røkin, og eingin útróðrarskúrur var so ruddiligur sum hansara. Handalagið var eisini sera gott.


Hann var eisini kendur sum ein, ið hevði umsorgan fyri sínu nærmastu, sum tað varð so væl lýst av Poul Færø undir jarðarferðini, tá hann eisini greiddi frá hansara lívi.


At Dieter hevur vunnið sær stóra virðing í Føroyum sást eisini av tí stóra skara, sum fylgdi honum hansara seinastu ferð.


Tað lá ikki fyri hjá týsku familjuni at koma til jarðarferðina, men hon sendi eina heilsan, sum varð lisin upp í kirkjuni, har ættin lýsti sína virðing fyri Dieter. Familjan var savnað á grøvini hjá foreldrunum, meðan jarðarferðin í Føroyum fór fram.


Dieter, DDR-borgarin, sum gjørdist føroyingur, er farin, men minnini standa tó eftir hann.


ó.