Til minnis um elskaðu ommu mína

Poulu Jespersen, f. 24. juni 1919 - d. 30. des. 2008

Tað er við stórari sorg, at eg siti og skrivi nøkur orð um teg. Tú var so yndislig, blíð, góð og gávumild kona - tann besta omma ein kann hugsa sær.


Tú var eisini so myndarlig í hondunum, dugdi væl at seyma. Tað sást í heimi tínum, vakrar heimaseymaðar gardinur fyri vindeygað og allar teir vøkru kjólarnar, sum tú seymaði okkum gentunum. Eg minnist biltúrarnar inn í plantasjuna við okkum systkinabørnunum, har tú spældi grýla og vit runnu skríggjandi undan. Halgurnar, har eg og systir mín svóru inni hjá tær á bóli, og abbi kom við einum drekkamunni, tað var so stuttligt.


Eg var so fegin, tá tú kom til Íslands við pensiónistunum í 2004 og kom at vitja meg.


Tú og abbi vóru ein so stórur partur av lívi mínum. Tit vóru so góð við meg og eg við tykkum - eg fari at sakna tykkum bæði sárt. Tað verður tómligt at koma heim í summar, inn í hús tykkara og vita, at nú er ongin at taka ímóti einum.

Nú ert tú komin upp í himmalin, upp til abban, sum tú misti fyri hálvumøðrum ári síðani. Tú saknaði hann so nógv. Tit vóru gift í 68 ár.


Eg eigi so nógv góð minni um teg, sum eg altíð vil goyma í hjarta mínum.


Eg til Jesus fari

leggi honD í hans.

Trygt og væl hann leiðir,

meg til Himmallands.


Hvíl í friði góða omma.


Ommudótturin Poula í Íslandi