Til minnis um Hallgerð Arge Hansen

Í morgun bórust boðini, at Hallgerð Arge Hansen er farin í annað ljós.

Her í Lesihúsinum í Tróndargøtu siga vit henni farvæl og takka fyri alt, hon hevur lagt lunnar undir her í húsinum. Frá fyrsta degi, í 2001, var Hallgerð drívmegin í felagnum. Hon kom at mynda og grundleggja undirvísingina og pedagogikkin. Vit onnur royna at bera arvin víðari. Tað er ein arvur, sum má verjast, mennast og ansast væl eftir. Hallgerð legði stóran part av sínari arbeiðsmegi her. Tað eru vit, lærarar, næmingar og foreldur sera takksom fyri.

 

Summi fólk seta spor.

Halgerð er ein teirra.

Halgerð var ein, ið slóðaði fyri. Hon hevur traðkað sínar egnu gøtur.

 

Hesa seinastu tíðina úti á Grønanesi, hevði eg ta gleði, at vera saman við henni í venjingarhølunum hvønn fríggjadag.

 

Hjá Hallgerð var minnið farið at bila, tó so, hon mintist hvønn sang, vísu og hvørt kvæði. Tað hevði hon við sær til tað síðsta.

 

Ein dagin var dóttir mín við, og heilsaði upp á hana og segði henni, at hon hevði verið lærari hjá sær. Hallgerð hugdi við einum skálkabrosi upp á hana og spurdi: “Oyjøsus hvat sigur tú, nyttaði eg nakað”?

“Ja”, segði dótturin, “tú var ein tann besta.” Tá flenti Hallgerð: “Nei, hvat sigur tú.”

 

Tað er so ómetaliga umráðandi, at vit, sum eru her og minnast, halda fast tá minnið fer at bila hjá okkara medmenniskjum.

 

Hallgerð var eitt stórt menniskja. Hon var gávurík og gávumild. Hon var ikki kørg, og tað kendu øll vit, sum arbeiddu saman við henni og næmingarnir við. Hon var ein gevari. Hon gav bæði lærdóm, vitan, mentan og søgur og sangir og láturin ikki at gloyma. Hon kundu eisini koma við einum glefsi, men tá var tað sum oftast til trongt.

 

Hennara íðni og áhaldni hevur myndað okkara felag, lesifelagið, og ger tað tann dag í dag. Halgerð hevði heldur ikki altíð stundir at bíða eftir myndugleikum og viðgerðum av umsøknum og td. fíggjarligum stuðli. Hallgerð hevði ilt við at góðtaka seinu viðgerðartíðirnar allastaðni í okkara skipanum og at hettar tarnaði og bremsaði okkara arbeiði. Hon hevði altíð sínar loysnir. Hennara treiskni og gávumildni var uttan samanberingar. 
 Halgerð arbeiddi dag og nátt og ikki var óvanligt, at telefonin ringdi kl. 6 á morgni og uttan góðan morgun og annað uttanumtos, varð farið beint í trupulleikan.

 

Tað er við takksemi og sorgblídni vit siga tær farvæl Hallgerð. Tú verður altíð livandi millum okkum her í Tróndargøtu.

 

Takk fyri teg.

Okkara tankar fara til tykkum trý Tina, Frida og Martin við familju. Heilsan øll vit í Lesihúsinum, felagnum fyri lesiveik.

 

 

 

Gyðja