Til minnis um Hans Jákup

Tá ein vinur doyr, følist tað stundum sum ein partur av tínum egna undirlendi hvørvur, og tú sjálvur ert komin eitt stig nærri eggini.

Tað var í teimum døgum, tá vár- og summarkvøldini altíð vóru lýggj og still. Tað var tíðin tá fólk enn dugdu at ganga á egnum beinum. Aftaná nátturða fóru fólk at spáka sær ein túr, heim gjøgnum býin, oman á Kongabrúnna og niðan aftur. Heilsast, biðja góðan dagin, práta eina løtu, og so aftur til hús. Hans Jákup búði úti á Velbastaðvegnum og eg í Hornabø, so hóast vit ikki kendust, so gingu vit ofta sama veg. Og á onkran hátt komu vit so at práta saman. Hann gekk á preliminer og eg í real.
Tað var eisini tann tíðin tí nýggir línubátar komu flaggskrýddir til landa at kalla fjúrtanda hvønn dag. Tá hendi so nógv nýtt, tað gekk frammá móti nýggjum tíðum. Ofta komu vit spákandi út eftir Hospitalsvegnum, yvir brúnna um Rættará, framvið Poul Müllars trøð, sum angaði av grógvandi grasi. Longur úti varð steðgað á, vit hugdu at nýggja stálskipinum, sum Kjartan Mohr var farin at byggja. Hans Jákup hevði longu verið til skips, og visti at fortelja um tað strævna fiskimannalívið. Longu tá var hann sosialistur og tjóðveldismaður.
Eg haldi, at tað var eitt kvøldi vit stóðu har og prátaðu um Porkening, at hann fortaldi mær um hendingina tá íslendski trolarin Góðanes fór á Flesjarnar og sakk. Hann var sjálvur við einum øðrum íslendskum trolara, sum lá har hjá. Hans Jákup dugdu væl og livandi at siga frá øllum tí hann har hevði sæð, og ikki minst hoyrt. Eg síggi hann enn fyri mær, næstan við tárum í eygunum, tá hann fortaldi um ta dramatisku løtu, tá Góðnes brotnaði tvørturav, hetta lemjandi ljóðið av stálplátum sum skrædnaðu í sjónum, og hvussu skjótt hetta skipið so fór undir kav. Aftaná var tigandi løtu, hann vendi sær við og hugdi niðan á Kirkjubøreyn, sum hetta kvøld hevði fingið henda serliga bláreyðgylta litin av kvøldsólini, og hann segði bara: ?Hygg, er hatta ikki flott??
Vit fóru báðir niður at lesa í 1962, og báðir vóru vit so hepnir at sleppa inn á Garð at búgva. Tað varð gott uppá fleiri mátar. Har búðu framman undan nakrir føroyingar, sum kundu leggja okkum lag á. Men Hans Jákup var komin at búgva niðast, beint út móti St. Kannikestræde, fyrsta vindeyga. Tað kundi til tíðir vera nokkso troyttandi, tí nógv bankaðu uppá, og eisini var tað ofta seint. Men tað var ein góð og aktiv tíð uppá mangar mátar hjá Hans Jákupi. Hann legði orku í at fáa Framan at blíva eitt nýskapandi blað hjá føroyska vinstravonginum. Myndin vísir umstøðurnar at gera blað tá. Ein kassi upp eftir enda, ein skrivimaskina, og ein maður sum hevur nakað uppá hjarta.
Men seinni, tá maoistiskir sekteristar, ella hvat teir annars vóru, fóru at gera um seg og køvdu alt skapandi arbeiði, tá tók Hans Jákup seg burturúr. Eg minnist einaferð hann av sínum eintingum hevði gjørt ein marxistiskan orðalista, sum limirnir kundu brúka í lesiringunum, um teir hildu gagn verða í hesum. Tá fóru ávísir persónar at krevja atkvøðu um orð og setningar. Tað varð honum ovboðið.
Eg skal ikki nevna so nógv um hansara akademisku karrieru, sum onnur longu hava sagt frá, men aktivur og produktivur var hann. Seinast eg vitjaði hann, lá hann á hvíldarheiminum, eftir stóra operatión. Men hóast tað so var lagið gott, og hann segði frá skemtiligum søgum og tilburðum sum altíð. Hann tosaði eisini um alt tað, sum hann enn ikki hevði fingið av skafti, øll hugskotini og allar planirnar. Tað gekst tó ikki heilt sum ætlað tey seinastu árini. Men eg fari at minnast ein vinsælan og vitugan gjáardrong, sum bleiv mín góði vinur.