Legðist til hvíldar eitt elskuligt skinn,
alt ov tíðliga løgdust árarnar inn.
Ikki tí at tú ynskti tað sjálv,
pyntar tú nú um tað himmalska hválv.
Eg tær møtti, tá mítt hjarta var sjúkt,
tú av sonnum av Várharra bleiv brúkt.
Smílandi tókst tú sjúklingum mót,
hjálpti á føtur teim, fót fyri fót.
Ongantíð gloymi eg tárið á kinn,
tá eg til kanningar ein dag kom inn.
Og eg tær segði, ”eg royki enn nú”,
tár í eygnakrókinum tá hevði tú.
Tað ið tú segði seg setti so fast,
at eg umsíðir bleiv kvitt hesa last.
Minnist tá eg kundi siga tær tað,
og hvat tú svaraði takksom og glað.
Tú tókst av sonnum títt starv fyri fult,
ei nakað bleiv fyri sjúklingum dult.
Vísti tú okkum, tað var álvari í,
altíð tann sama, so smílandi blíð.
So djúpt inn í hjartað tann sorgin meg skar,
at eingin hjálp var at heinta hjá tær,
nú tá í sjúkan hjá tær kom á gátt,
og dagurin slóknar, og tað gjørdist nátt.
Ein er tó uggin, eg veit fyri vist,
tú hevur ikki hjá fremmandum gist,
nú tú ei longur ert okkum íhjá,
klárt alt í Himlinum fyri tær lá.
Hvíl tú í friði í Himlinum trygt,
har hevur bústaðin Jesus tær bygt.
Takk fyri alt sum í lívi tú gav,
og at so nógvum tú gavst burturav.
Í djúpari samkenslu við tykkum avvarðandi.
Spg.