Eitt summar er farið og heystið við,
nú hvítnaðir eru tindar,
og dagarnir styttast, ja árið við,
nú harnast í hvørjum vindar.
Tú sjólívið valdi, tá ungur tú vart,
tú køvt hevur mangt eitt ælið,
so róligur vart, teg sjálvan ei spart,
um annar so fór eftir hæli.
So tungt tað er at siga farvæl,
mín einkar frændi kæri,
av fólki tú dámdur varð sera væl,
tað vísti tann stóri skari.
Tín fjørður er rógvin, ei langur hann varð,
tað Harrin eina man ráða,
um fjørðurin oftani knortluttur var,
tú hvíld í Himli skal fáa.
Ein vinur