Abbi hevur altíð verið nógv rundanum okkum børn. Har sum hann var, vóru vit eisini og tað hendi altíð okkurt stuttligt tá abbi var nær.
Á ólavsøku vóru omma og abbi klár at passa okkum og altíð var tað líka hugnaligt.
Tað var fast, tá vit svóvu hjá ommu og abba, at abbi fór við okkum heim í Activ at keypa bomm og so morgunbreyð dagin eftir, skons ella giffil.
Fastur siður á jólum var, at vit øll fóru oman til ommu og abba at gera marsipan-konfekt. Tá livdi abbi mitt í verðini tí tá kundi hann vísa síni kynstur sum gamal bommkókari. Har sótu vit øll við borðið og rullaðu marsipankúlur og gjørdu konfekt, og abbi stóð og yvirtrekti alt við sjokolátu. Allur køkurin klebraði, men tað, sum var týdiningarmikið akkurát tá, var at vit vóru saman og vit hugnaðu okkum.
Altíð var nógvur tónleikur rundanum abba. Hann spældi gittara, orgul og sang fyri okkum og hann lærdi nógv frá sær. Hetta minnast vit aftur á sum ógvuliga hugnaligar løtur.
Omma og abbi hava altíð havt stóran og flottan hava. Serliga minnast vit abbasa lítlu heimagjørdu drívhús við gularótum og jarðberum. Vit sluppu at hjálpa og vit vóru øll við at taka upp. Nógv tíð varð brúkt í havanum, bæði til spæl og havaarbeiði.
Tey av okkum børnum, sum hava gingið í Eysturskúlanum, fóru oman í Hamarsgøtu í døgurðasteðginum. Tað var so hugnaligt at fara oman og tey høvdu altíð syrgt fyri einum góðum bita til okkum.
Á Bókamiðsøluni hevur abbi arbeitt meginpartin av lívi okkara. Vit sluppu javnan at hjálpa til á Bókamiðsøluni og nógv av okkum hava eisini arbeitt har í summarfrítíðini. Bøkur manglaðu ongantíð heima hjá abba. Hann las nógv fyri okkum og har vóru allar bøkur ein kundi ynskja sær.
Abbi hevur altíð verið áhugaður í ítrótti. Bæði til svimjikappingar og hondbóltsdystir var abbi trúfastur fjeppari og hugdi ofta eftir okkum.
Nógv eru minnini og tey fáa øll smílið fram. Á nýggjárinum keypti abbi eina rúgvu av fýrverki til abbabørnini, og hann elskaði tá vit komu oman, so slapp hann at senda eitt sindur av fýrverki upp í luftina og vera barn saman við okkum eina løtu. Fiskitúrarnir á Boðanesi og á Molanum vóru eisini hugnaligir og sita fast i minninum.
Abbi var, og er enn ímyndin av einum perfektum abba. Akkurát soleiðis sum ein abbi skal vera. Hann var altíð glaður og positivur, og hevði eitt lætt, ungt og kerligt sinnalag.
Hesa seinastu tíðina var abbi móður og hevði ikki nógva orku, men kortini var hann støðugt klárur við eini stuttligari viðmerking, tað humoristiska misti hann ikki – tað fekk sjúkan ikki tak á.
Góða omma. Í abba hevur tú mist ein góðan mann. Tú og abbi vóru altíð so góð og ein kann ikki annað enn ynskja sær eitt so ríkt kærleiksband sum tykkara. Tómrúmið er stórt, men vit eru øll her hjá tær, omma.
Saknurin er ómetaliga stórur og sorgin nívir, men vit hava nógv góð minnir at gleðast um, sum vit goyma væl í okkara hjørtum. Sum abbi sjálvur sang í sanginum niðanfyri: ”Og eg smílist, tó hjarta mítt grætur”.
Tá ið skýming um landið seg sveipir,
rennur heimið mítt fram fyri meg,
og eg smílist, tó hjarta mítt grætur;
tí hvørt kvøld kemur longsul á meg.
:,: Skjótt tey ljósini tendra harheimi,
- ljós, sum minnini vekja í mær -
og til teirra í dreymum eg sveimi,
sum mær eru so innarlig kær. :,:
Hvíl í friði elskaði abbi. Takk fyri alt.
----
Abbabørnini