Til minnis um ommu mína Davinu Sundskarð

f. 12. oktber 1924 – d. 22. januar 2011

Tey fyrstu minnini eg havi, eru úr køkinum og stovuni hjá ommu og abba á Vágsheygi.
Fjálgt og heitt; og so angaði tað so væl av nýbakaðum bollum ella øðrum bakstri. Ljóðið av látrinum hjá ommu rennur fram fyri meg. Eg sakni ommu ómetaliga nógv.
Minnist longu summarferiurnar í Klaksvík, har dreingirnir á Vágsheygi møttust uppi í bønum í sólskininum at spæla fótbólt. Eg fekk altíð ein stóran dunk av reyðari saft við frá ommu. Her spældu vit í tímar í góðveðrinum, eg, Sjúrður, Ólavur, Arnhold, Poul Juul og nógvir aðrir.
Hvønn morgun vaknaði eg við stákanini niðri í køkinum, og tá eg kom niðurundir, hevði omma borðreitt í lítla krókinum í køkinum við bollum við putusukuri omaná og kaldari mjólk. So prátaðu vit um hvørjar ætlanir eg, Sjúrður og Ólavur høvdu fyri dagin. Tað spenti víða! Frá túrum í hagan, til at seta línu á Borðoyavík ella fiska skrubbur, sova í tjaldi, og spæla fótbólt í bønum omanfyri hjá Jákup Sólstein. Eg slapp eisini við abba á fjall. Sluppu at verða við í flettingini og flettu bein og saltaðu skinnini.
Summarferiurnar í Klaksvík vóru sum at fara í annan heim. Mintu mest um ein ævintýrheim, har tey ”vaksnu” vóru ein omma og ein abbi við sama lindi sum tey, vit lesa um í ævintýrbókunum. Og tá eg í dag hugsi um, hvussu tað bar til at hetta kendist so, finni eg svarið í tí einfalda. Tað var kærleikin og nærveran hjá ommu og abba, sum gjørdu, at eg var so glaður. Tað var sorgleyst. Í minnum mínum skínur sólin. Um veturin stórkavi. Dagarnir fóru afturum eins og síðurnar í eini ævintýrbók, samstundis sum tíðin onkursvegna var fráverandi.
At kjallarin hjá ommu ikki fór í luftina er eitt undur. Hvørja jólaferiu tá leið mót nýggjári, var fastur táttur at gera ”bumbur” úr fýrverki. Onkur brendur og koyktur tummil, men ongantíð verri enn ilt.
Jólini vóru eisini heilt serlig. Jólaperur í alskyns litum hingu uppi í øllum húsinum. Jólafriðurin og jólahugnin var ævintýrligur, orsøkin at eg í dag virðismeti jólini so høgt.
Um kvøldarnar plagdu vit at spæla kort, ”Túsund”. Omma líka eldhugað sum eg. Tá omma um kvøldið kom at siga góða nátt, signaði hon meg, bóðu Faðir Vár og so sungu vit saman.
Sunnudagarnar fóru abbi og eg í kirkju, meðan omma stákaðist við sunnudagsdøguraðnum. Seinni um dagin fóru vit ein biltúr norð til Hvannasunds at geva seyðnum. Á vegnum steðgaðu vit at keypa okkum kræmarís. Haldi, at omma tímdi líka væl at steðga á og keypa ís sum eg gjørdi. Hon nýtti tær góðu løturnar, virðismetti lívið. Nevndi ofta, at tíðin vit høvdu saman var avmarkað, at tí mátti einki koma ímillum okkum. Vísti altíð á tann góða lutin.
Eisini Sigrid, David, Kjartan og Hávarður vóru góð við ommu og dámdu væl at ferðast í Klaksvík, har tað altíð var so hugnaligt at koma á gátt. Omma viknaði tey seinnu árini, men tað góða lagið og viljan til lívið slepti hon ongantíð. Smílið, forvitnið og prátingarsemi sermerktu hana til tað síðsta.
Abraham Lincoln segði soleiðis: “Everything that is good in me I owe to my angel mother”. Dugdi eg líka væl at orða meg, stóðu orðini hjá mær um ommu, ikki aftanfyri tey hjá Abraham Lincoln.
Eftir situr abbi, einsamallur. Hann roynir at hanga í, gongur tveir túrar hvønn dag, hóast hann er illa gongdur, egnir nakrar tímar og er til fimleik tvær ferðir um vikuna. 63 ár fingu tit saman. Neyvan hevur tað altíð verið lætt, men virðini hjá tykkum hava verið eitt sterkt akker. Hvønn tit settu álit tykkara hevur verið øllum opinbart. Tit hava verið fyrimyndir hjá okkum yngru. Eg eri djúpt takksamur fyri, at eg slapp at hava lut saman við tykkum.
-----
Mikkjal