So veikur og so skerdur
í førleika hann var
og sera lítið verdur,
sum mannaeyga sær.
Ei beinini hann bóru
til barnaspæl og leik,
tey undan honum fóru,
og hondin var so veik.
Bert fýra ár á foldum
- ja, bert eitt lítið bil -
so hvíla undir moldum.
Hvat skuldi hetta til?
Man Gud mær kunna svara,
hvør meining var við tí.
Var lítli Torkil bara
til kvøl og sorg og stríð?
Tá slíkar kenslur troka
seg í mítt hjarta inn,
tað kennist sum ein toka,
sum myrkir sál og sinn;
tá vónloysi er bara
- um trúgvin ikki var -
hvør kundi tá mær svara
mítt hví, mítt hvat og hvar?
Men Gud mær hevur svarað:
"Hoyr, lítli Torkil var
eitt lán til tykkum bara,
nú hvílir hann hjá Mær.
Tann kærleiki, tit góvu,
av einglum borin varð,
og bønirnar, tit bóðu,
eg goymi her hjá Mær.
Tað var Mær angi søtur,
tann kærleiki, hann fekk,
um trongar tyktust gøtur,
og móti streymi gekk.
Eitt ævinleikans virði
í dýrum skálum goymt,
Eg takki tykkum fyri,
Eg havi einki gloymt."
Til fulnar ei vit skilja,
Gud hægri er enn so,
hvørt grasstrá og hvør lilja,
tey bera okkum boð
um vísdóm Hans, sum hevur
í orði sínum sagt,
at Hann ei blundar, svevur,
men altíð er á vakt.
Langt áður enn vit lógu
í móðurlívi smá,
Guds eygu okkum sóu,
Hann kendi okkum tá.
Hvørt kykt er í Hans hondum,
er Honum undirlagt,
í øllum heimsins londum
Hann hevur alla makt.
Tað veika ílat, skarðað,
Gud tók í sína hond,
hin dýra skattin kæra
bar heim á himnastrond.
Har dýrdarlikam bera,
so fullkomið og gott,
har einki ónt skal vera,
bert dagur - eingin nátt.
???????
Harry