f. 1.8.1944 d. 1.1.1998
2. januar fekk eg tey tungu boð, at Jóhannes var farin, 53 ára gamal.
Tað kom ógvuliga dátt við, tí eg tosaði við hann nýggjársaftan, og tá var alt við tað gamla. Men Jóhannes var sjúkur, tað vistu vit, men hetta var tað seinasta, ið vardi okkum.
Eg var til skips saman við honum, og tað var ein stór hjálp. Jóhannes var altíð klárur at hjálpa, bað man hann um tað. Men tá hann bleiv sjúkur, legðist hann upp á land at arbeiða og hann arbeiddi altíð.
Hann var ikki bara systkinabarn mítt, men eisini ein góður vinur.
Tankar mínir leita til tykkara, Eilen fastir, Erlu, Oslu, Helmu og Emil, ið hava mist ein góðan mann og pápa. Má Harrin signa tykkum og hjálpa tykkum í sorg tykkara.
Friður veri við minninum um Jóhannes.
Vinur tín Herolv