Til øll valevni: Hugsið um fólk við skerdum førleika!

– Eg mátti fara úr koyristólinum og lyfta hann fýra ferðir fyri at koma inn í ein so at siga nýggjan bygning, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður, sum heitir á øll valevni um at hugsa um tey við skerdum førleika

– Komið øll við, komið øll við, komið nú við!

 

Soleiðis sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður og fyrrverandi løgmaður.

 

Hann skrivar soleiðis í eini heilsan til øll valevni:

 

Vil geva eina heilsan til øll valevni kring landið sum tíma og hava mót til at stilla upp til bý og bygdaráðsval.

Tað hevur stóran týdning, at vit fáa fólk við greiðum og visionerum málum inn, eg havi eitt ynski til øll valevni.

Gott í tykkum, hugsið eisini um fólk sum nú og framyvir eru skerd í førleika at koma til tiltøk og til parkering og atkomu, tað kostar ikki tað stóra.

Eitt vælferðarsamfelag skal verða fyri øll, eg skuldi fara úr og lyfta mín koyristól 4 ferðir, fyri at koma um høgar gáttir, inn í ein so at siga nýggjan bygning.

Er tað eitt greitt mál, og er tað visionert at fáa allar føroyingar við, ja tað haldi eg at tað er, gott val øll somul!!!

Eg veit, at tað ikki hevði kostað meira í krónum og oyrum við minni gáttum.