Til onkran sambandsmann

Eg havi spurt fleiri, men havi onki skilagott svar fingið enn.

Vónandi kann onkur hendanvegin geva mær eitt nøktandi svar. Møguliga er spurningurin trupul at svara, men eitt eri eg sannførdur um: svarið finst.

Hugsa um, at danska muran er at venda hvørjari krónu meir enn eina ferð, áðrenn hon verður givin út. Hugsa um, at danir als ikki vilja kallast imperialistar, men í millumtjóða samstarvi heldur vilja gera seg til verjar av mannarættindum. Og tak eisini við, at teir í prinsippinum onki krevja afturfyri.

Hví eru teir so fegnir um at geva okkum eina gávu uppá kr. 900 mill. árliga???

Eg kenni ikki svarið, so vónandi kann onkur sambandsmaður hjálpa mær.


Bill Justinussen,

Miðflokkurin