« Til reiðar at verða einsamllasti maðurin í Gundadali

Hann er klaksvíkingur, sum skal standa á odda fyri HB. Hann er greiður yvir, at tað kann blíva eitt einsligt arbeiði um úrslitini ikki eru til vildar. Hann verður fimmti í næstum og hevur búð helvt um helvt í Klaksvík og í Havn. Hann gavst sum 27 ára gamal at spæla fótbólt, tá hugurin at gerast venjari tók yvir. Hann er nýggjur venjari hjá HB og eitur Oddbjørn Joensen

Oddbjørn Joensen hevur ikki verið venjari síðani hann fekk fótin á Argjum í 2007. Í fjør játtaði hann at venja dreingjaliðið hjá HB. Lítið visti hann, at árið eftir skuldi hann standa á odda fyri besta liðnum hjá máttmiklasta felagnum í landinum.
Hann ræðist ikki tankan um at skula standa einsamallur í Gundadali, um úrslitini ikki eru góð. Hann hevur fingið ein møguleika, sum hann ikki kann siga nei til. Oddbjørn er heldur ikki bangin fyri at leggja trýst á seg sjálvan og spælararnar í felagnum. Tað hoyrur við til at spæla við HB sigur hann.

Uppvaksin í Klaksvík

Oddbjørn er ein av tveimum miðlingum av seks systkjum. Familjan hevur stóran áhuga fyri tónleiki, og tað hevur Oddbjørn sum so eisini. Men meðan fleiri gera nógv við tónleik, so er tað fótbólturin, sum dregur ein ungan Oddbjørn.
«Mamma plagar at siga, at eg spældi fótbólt áðrenn eg dugdi at ganga, heldur Oddbjørn skemtiliga fyri.
Hann hevur parkera arbeiði sum hýruvognsførari eina løtu. Hann er í arbeiðsklæðum. Tað sæst á jakkanum, sum hevur eitt Auto merki á. Hann er skjótur at seta orð á, tá hann verður spurdur um torføru uppgávuna sum stendur fyri framman. Hann er heldur ikki bangin fyri at viðurkenna mistøk, sum hann hevur gjørt fyrr. Einasta kravið fyri at seta seg niður at tosa er, at kaffi er í koppinum.
«Abbi stóð onkra hendinga ferð í mál fyri KÍ, men annars eru tað bara systkinabørnini, Delmar Joensen og Leif Olsen, sum hava spælt fótbólt í familjuni, greiður Oddbjørn frá, meðan hann heldur kaffikoppinum í hondini.
Tað liggur væl fyri hjá honum at spæla fótbólt sum yngri. Hann spælir við teimum, ið eru eitt ár ella tvey eldri. Í 1979 vinnur hann greipuna í unglingadeildini saman við millum annað Beini Poulsen.

Flott KÍ spæl gevur onki gull

Á vøllinum er Oddbjørn ein miðvallari við góðum bóltførleika. Honum dámar best at hinir renna eftir bóltinum og spæla til hann. Tíverri fyri Oddbjørn, so eru teir fleiri á KÍ, sum hava somu hugsan. Úrslitið er, at KÍ í løtum spælir framúr fótbólt, og verða í blaðgrein útróptir til føroysku brasilianarnir, men tað eydnasti ikki at vinna nakað.
Góðan íblástur fáa teir frá Jørgan Markussen, sum er venjari í 1982. Hann er fyrrverandi framherji hjá danska Vejle, har hann skjýtur yvir hundrað mál fyri felagið, og spælir tíggju landsdystir.
«Jørgen er tann venjarin, ið hevur givið mær mest. Hann vildi bara spæla bólt og tað passaði væl til mín. Tú kanst siga, at tankarnir hjá okkum líkjast nógv, greiður Oddbjørn frá.
Hann leggur afturat, at Jørgen helst var fleiri ár frammanfyri sína tíð sum venjari , tá hann var í Klaksvík.
Í átta ár spælir Oddbjørn við besta liðnum hjá KÍ, men tað blívur ikki til nakað gullheiðursmerki. Miðvallarin er greiður yvir hví so er.
«Vit vildu bara spæla góðan fótbólt. Vit manglaðu onkran, sum bara vildi vinna. Hjá okkum var spælið avgerandi, sigur nýggi HB venjarin.
Í 1988 er ósemja millum Oddbjørn og leiðsluna í KÍ. Miðvallarin hevur fyrr fingið onkran fyrispurning úr Leirvík, og hesa ferð tekur Oddbjørn av. Hóast úrslitini ikki eru av teimum bestu, so Oddbjørn glaður fyri tíðin í Leirvík. Mitt árinum flytur Oddbjørn til Havnar og finnur sær eina damu. Koyringini til Leirvíkar er ov drúgv, og miðvallarin velur at skifta felag.

Klaksvíkingurin endar í HB

Í Havn kemur Oddbjørn í eitt HB umhvørvi. Verfamiljan telur millum annað Niels Paula Jacobsen, sum um tað mundið spælir í HB. Oddbjørn fær eisini starv hjá Poul Michelsen.
«Eg hevði sikkurt verið sendur heim um eg fór til B36, sigur Oddbjørn við einum smíli.
Hann upplivir bara stuðul heimani frá, nú hann hevur valt at umboða arvafíggindan hjá KÍ. Okkurt hissini róp og onkur viðmerking er at hoyra frá áskoðarunum, men annars er einki.
HB hevur eitt gott lið, sum spælir líknandi fótbólt, ið Oddbjørn dámar. Eftir nógvu árini uttan eitt gullheiðursmerki, er tað ein stór løta, tá HB vinnur steypakappingina hetta árið.
Árið eftir skuldi vísa seg at verða seinasta árið sum fótbóltsspælari hjá bólttrygga spælaranum. Jógvan Norðbúð er nýggjur venjari, og hann er ikki eins sinnaður og tann undanfarni at velja Oddbjørn.
«Eg og Jógvan funnu altíð væl útav tí uttanfyri vøllin, men inni á vøllinum riggaði ikki, minnist Oddbjørn afturá.
Hóast HB vinnur FM, so velur ein bara 27 ára gamal Oddbjørn at stilla gaggurnar á hylluna. Har hava tær staðið síðani.
«Eg angri ikki at eg gavst. Eitt sindur løgið, men eg fekk heldur ongantíð hug at taka tær fram aftur, sigur Oddbjørn.
Hann hevur júst keypt hús og fyrsta barnið er komið verðina. Tankin um at skula venja nógv, men ikki sleppa at spæla er eisini ein partur av orsøkini.
Hinvegin, so fær Oddbjørn góðan hug at royna seg sum venjara.

30 ára gamal venjari

Tvey tey fyrstu árini eftir at gaggurnar eru stillaðar hevur Oddbjørn onkrar smærri uppgávur í Fram og LÍF. Í 1993 flytur LÍF upp og avgjørt verður at seta bara 30 ára gamla Oddbjørn til venjara.
Tað gongur væl í fyrra hálvu, men tíðirnar eru ringar í landinum. Felagið missur fleiri spælarar og tað endar við niðurflyting.
Komandi fýra árini er hann venjari hjá næstbesta liðnum hjá HB, umframt at hann eisini tekur sær av 3.deild og unglingum. Eitt skifti í 1997 er hann høvðusvenjari, tá hann tekur yvir eftir Jóhan Nielsen.
Í 1998 er hann venjari hjá næstbesta liðnum hjá B68, áðrenn hann í 1999 verður venjari á Argjum. Felagið flytur upp í 2.deild og Oddbjørn er venjari fram til 2001.
Í 2003 og 2004 er Oddbjørn hjálparvenjari hjá HB, sum bæði árini vinnur FM. Árið eftir tekur Oddbjørn á øðrum sinni yvir í einum felagið mitt í einum kappingarárið, tá Ove Flint Bjerg verður koyrdur í Klaksvík.
«Eg havi næstan gjørt upp við meg sjálvan, at eg ongantíð aftur taki við mitt í einum kappingarárið. Tað er ikki akkurát eg, at taka við einum liðið, sum ein annar venjari hevur lagt grundina undir, ásannar Oddbjørn.
Oddbjørn tekur í 2006 A-venjara prógv. Eitt sindur tilfeldigt endar hann sum venjari hjá TB. Í 2007 verður hann høvðusvenjari á Argjum fyri aðru ferð. AB er akkurát flutt upp, men Oddbjørn verður koyrdur eftir 11 umfør.

Dreymastarvið

Eftir at hava havt steðg í fýra ár velur Oddbjørn at blíva ungdómsvenjari hjá HB í fjør. Í oktobur fær hann eitt tilboð frá felagnum, sum hann ikki kann siga nei til. Tað stendur honum í boðið at blíva høvðuvenjari hjá felagnum. Eitt samdøgur seinni er sáttmálin skrivaður.
«Tað er eitt sindur undarligt, at brádliga stendur tú við ábyrgdini av helst størsta felagnum í landinum, sigur Oddbjørn og kallar tað fyri eitt “dreymastarv”.
«Fyri uttan at verða landsliðsvenjari, so er hetta tað besta starvið í føroyskum fótbólti. Tað hevði eisini verið stuttligt at verið venjari hjá KÍ, men tað hevur víst seg at verið torført hjá einum klaksvíkingi at venja KÍ, sigur Oddbjørn.
Oddbjørn Joensen er 13. venjari hjá HB síðani 2002. Tað er ein heitur sessur, sum ongin hevur megnað at havt í longri enn hálvt annað ár. Tað er Oddbjørn greiður yvir.
«Eg eri ongin gandakallur og veit, at verða úrslitini vánalig, so er lættari at koyra venjaran heldur enn allar spælararnar. Men verið eg uppsagdur, so eri eg framvegis Oddbjørn Joensen, sigur Oddbjørn.
Ongin í felagnum hevur sett eitt neyvt mál fyri komandi kappingarár, men Oddbjørn metir, at felagið skal vinna minst eitt gull heiðursmerki, tí nú eru tvey ár síðani HB vann nakað.
«Eg havi verið í felagnum leingi nokk til at skilja, at tað skulu úrslit til, sigur nýggi HB venjari víðari.
Starvið sum venjari kann eisini verða eitt einsamalt starv. Tað hevur Oddbjørn sjálvur upplivað tær ferðirnar hann er uppsagdur millum annað á Argjum.
«Eg havi eisini lært, at tú sum venjari kann verða ein einsamallur maður, tá úrslitini ikki eru til staðar, greiður Oddbjørn frá.
Trýstið á ein HB venjara kann verða stórt og eirindaleyst. Tað veit Oddbjørn. Hann hevur sjálvur staðið bakkanum í Gundadali og luttikið í prátinum millum kritisku HB røddirnar.
Tað skal tó ikki steðga klaksvíkinginum í at gera sítt arbeiði í nýggja starvinum, sum hann metir er hansara størsta fótbóltsavbjóðing nakrantíð.
«Eg eri til reiðar at verða einsamallasti maðurin í Gundadali, sigur HB venjarin at enda.