Til reiðar til Oyggjaleikir

Formaðurin í altjóða oyggjaleikanevndini IIGA hevur verið í Føroyum og kannað eftir, um Ítróttasamband Føroya og føroyskir myndugleikar eru sinnað at taka Oyggjaleikirnar upp á seg aftur.

Álendingurin Jan Pettersson hevur allastaðni møtt áhuga og vælvild, so hann ivast ikki í, at í Føroyum er undirtøka fyri ynskinum hjá ÍSF at standa fyri Oyggjaleikum aftur.

Tað eru góð tíðindi, at Ítróttasamband Føroya aftur liggur framvið at skipa fyri Oyggjaleikunum. Ikki minst eftir, at Føroyar fyri fyrstu ferð vóru bestar av øllum á seinastu oyggjaleikum.

Tað er onki dulsmál, at undir summum av teimum byggingum, sum eru gjørdar í Havnar Kommunu á ítróttarøkinum seinastu árini, hevur eisini ligið hugsanin at gera Føroyar og Havnina før fyri at verða vertur fyri Oyggjaleikum.

Í so máta hava vit tikið risafet við nýggju og vælumtóktu breytini til frælsan ítrótt á Hálsi og nýggju stásiligu fimleikhallunum í Gundadali.

Golfvøllur neyðugur
Harvið er ikki sagt, at vit lúka allar treytir í dag, men byrðan er ikki so tung at lyfta, sum hon var fyri bara fáum árum síðani.

Vit mugu gera okkum greitt, at golfvøllur má og skal koma. Tað verður trupult hjá okkum at fáa undirtøku millum hini oyggjasamfeløgini uttan golfvøll. Her er also høvið at taka takið fyri golfvøllinum, sum eina ferð skal takast.

Skilji á lagnum, at raksturin av golfvølli nýtist ikki at verða trupulleikin, men fleiri góðar kreftir, hvørjar tær so verða, eiga at samstarva um íløguna.

Innan summar greinar í skjóting og tennis og t.d. squash verða vit ikki hildin at standa frammarlaga, men tað eru eisini umstøður, sum tað ber til at bøta væl og virðiliga um við tí skotbrái, sum er til leikirnir kunna verða í Føroyum.

Gistingin hevur ofta verið søgd at vera grundin til, at vit ikki kundu bjóða okkum fram aftur til Oyggjaleikirnar. Nú eru boðini, at okkum nýtist ikki at hava hotellsong til hvønn luttakara. Tey kunna saktans klára seg, fáa tey fyri mestapartin skilagott innivist á teimum stóru skúlum, sum nú eru.

Kappast um leikirnar
Hugurin at skipa fyri Oyggjaleikum er stórur. Bermuda hevur fingið leikirnar í 2013, men kappingin var hørð um OYL 2015. Jersey vann við einari atkvøðu á Gotlandi, eftir at báðir partar høvdu brúkt hópin av peningi at tala fyri seg.

Hetta ørkymlar í altjóða oyggjaleikanevndini. Verður hetta lagið frameftir, kann tað elva til spjaðing. Tí hevur formaðurin hug til at leggja leikirnar fastar longur fram í tíðina.

Her er tað, Føroyar hava fingið møguleikan at koma ítøkiliga á skránna. Ætlanin er at arbeiða fyri, at Gotland fær leikirnar í 2017. Menorka í Miðjarðarhavinum verður hildið at liggja væl fyri í 2019, men í 2021 skuldi góður møguleiki verið fyri, at leikirnar verða aftur í Føroyum.

Tað eiga vit at taka væl ímóti. Vit eiga ikki bara at frøast um at sleppa av landinum at kappast. Vit mugu eisini taka upp á okkum at skipa fyri á heimavølli. Tað er ein sjálvsagdur partur av altjóða luttøkuni.

Og tað er ein stór uppliving fyri øll í Føroyum!

Jógvan Arge, Formaður í mentamálanevndini í Havn