Eftir ógvuliga væl vitjaðu framsýningina »2 minutes«, sum Regin W. Dalsgaard hevði í Íslandi í januarmánaði, er Regin nú boðin aftur til Íslands at halda fyrilestur. Fyrilesturin skal hann halda á kenda National Gallery of Iceland leygardagin.
Framsýningin »2 minutes« eru myndir, Regin W. Dalsgaard tók undir einum grindadrápi í Havn í fjør. Sum navnið á framsýningini bendir á, tók Regin myndirnar innanfyri tveir minuttir. Myndirnar hevur hann sýnt í Føroyum, Danmark og seinast í Íslandi, har omanfyri 3000 fólk vitjaðu sýningina tann góða mánaðin hon var har.
Nú skal Regin aftur til Íslands tó uttan at hava framsýningina við sær. Hesaferð skal hann tosa um myndirnar av grindadrápinum, tankarnar, sum liggja aftanfyri og hví hann tekur myndir av einum so umstríddum evni. Hetta fer Regin at gera saman við íslendska listamanninum Pétur Thomsen í samband við eina verkætlan hjá viðurkendu íslendska listakvinnuni Rúrí á National Gallery of Iceland. Verkætlanin skal lýsa sambandi millum umhvørvispolitikk og list.
Verkætlanin hjá Rúrí byrjaði 3. mars og heldur áfram til 6. mai, men tað verður altso leygardagin klokkan eitt, at Regin W. Dalsgaard fer at halda fyrilestur, sum er ókeypis.
Meiri um tiltakið er at lesa her: panora.is/2012/02/22/regin-w-dalsgaard/