1.partur
-----
Tað var í 2009, at fyrstu ferð varð skipað fyri hesi ferðini. Tann fyrsta ferðin var ein roynd at vita, hvussu áhugin mundi vera. Vónað var at kunna fylla ein buss. Men áhugin var so mikið stórur, at tað bleiv upp í tveir bussar. Áhugin hevur verið umleið tann sami hvørt ár, og tað sama var hesa ferð.
Ferðalagið taldi um 90 fólk, sum fyltu tveir bussar. Hetta var fyri ein stóran part meira tilkomin fólk. Teir elstu luttakararnir vóru 87 ár. Teir hava verið sjálvir í Íslandi og høvdu báðir misti ávikavist abba og pápa undir Íslandi.
Hjá teimum yngru eru tað pápar og abbar, sum høvdu samband við Ísland í sínari tíð. Onnur vóru við av berum áhuga. Tey fingu eisini nógv burtur úr. Summi halda hetta vera ein “reinan” mannfólkatúr. Men soleiðis er ikki. Um ein triðingur hevur verið konufólk, og tær hugna sær eins væl og mannfólkið.
At undanfarnu túrir hava verið væl eydnaðir verður prógvað av, at rættiliga fitt av luttakarunum høvdu verið við fyrr á hesum túrum. Fleiri vóru við triðju ferð, meðan nógv onnur vóru aðru ferð. Tað hevur eisini eydnast hvørja ferð at gera túrirnar øðrvísi, so talan er ikki um sama túr hvørja ferð.
Men høvuðsinnihaldið er tað sama. Tað er at síggja, hvar okkara landsmenn baldust undir ofta truplum viðurskiftum. Meðan koyrt var, varð eisini greitt frá søguni hjá føroyingum á hesum leiðum. Hetta tykist at vera ein leistur, sum er væl umtóktur. Eitt nes ella bóndagarður, sum annars eingin hevði ansað eftir, gjørdist ein týdningarmikil vitjan hjá teimum, sum høvdu pápar ella abbar, sum høvdu róð út á hesum staði.
Tað serliga við túrinum í ár var eisini, at veðrið var av tí allarbesta báðar dagarnar, sólin skein alt samdøgrið. Vanliga hava vit mett tað sum hepni, um vit fingu annan dagin góðan. Annars kundi tað hesa árstíðina væl hent, at ongan veg slapst fyri kava.
Høvuðsmálið Langanes
Høvuðsmálið tann fyrra dagin var Langanes, sum nógvir føroyingar kenna. Lutvíst frá útróðri á landi, men eisini frá slupptíðini, tá ið skip krokaðu undir Langanesi bæði norðan fyri og sunnanfyri, alt sum ættin var. Men komið var eisini inn á Skálar eftir og við posti ella eftir agni og vatni. Tískil er Langanes ein stórur partur av samleikanum hjá føroyingum.
Stytsta leiðin til Langanes er beint norður eftir frá Seyðisfjørðinum til Vopnafjørðin, Bakkafjørðin og Tórshøfn. Fyri ikki at koyra aftur og fram sama veg, varð valt at koyra um Mývatn og Húsavík norður eftir. Her er eisini serliga vakurt, men kanska nakað drúgt. Men hetta gav høvið at vitja Ástjørn, sum nógvir føroyingar kenna.
Vegurin út á Langanes er so vánaligur, at í Tórshøfn, sum er innast á Langanesi, var farið í serbussar og koyrt varð so til Skálar. Á vegnum varð steðgað á við Heiðarhøfn norðantil á Langanesi, har gøtumenn og leirvíkingar róðu út. Tað var vist undir krígnum.
Hóast Langanes ikki er so langt, bert 30 km, so tekur tað sína tíð. Ferðin til Skálar tók um hálvan annan tíma. Hóast tað á Skálum nærum bara vóru toftir, so fekst kortini ein góð hylling av, hvussu livilíkindi hava verið.
Vitjan á kirkjugarðinum
Tann fyrri dagurin á ferðini var langur og strævin, so seinna dagin var ikki so nógv á skránni. Tað fyrsta á skránni var vitjan á kirkjugarðinum í Seyðisfirði, har menninir, sum doyðu við Riddaranum í 1927, eru grivnir. Hetta var ein sera syrgilig søga. Eftir ein væleydnaðan túr og farast skuldi heim, fór ein bátur við átta monnum í land at avrokna við bóndan tað, teir høvdu keypt av seyði á túrinum. Hetta var eisini á Langanesi, nevniliga á Fagranesi. Báturin holvdist, og sjey av monnunum druknaðu. Greitt er meira frá hesi hending í bókini Havið tók teir.
Síðan varð farið á Eskifjørðin sunnanfyri Seyðisfjørðin, har vitjað var á tveimum fornminnis- og fiskivinnusøvnum. Her hendi tað, sum ofta er í Íslandi, at føroyingar og íslendingar, sum hava kenst fyrr, nú hittust aftur.
Framløga umborð
Skráin í Íslandi endaði við tveimum framløgum umborð á Norrønu. Onnur var hjá søgufrøðinginum Smára Gestson, sum greiddi frá sambandinum millum føroyingar og Eysturlandið heilt aftur til 1872. Hansara niðurstøða var tann áhugaverda, at tað vóru føroyingar, sum fyri um 100 árum síðani lærdu íslendingar at fiska og at hagreiða fisk. Hetta gjørdi sítt til, at tað varð so frægt liviligt á Eysturlandinum, sum tað var.
Gudmundur Sveinsson, eisini av Norðfjørðinum, vísti gamlar myndir av føroyskum skipum og føroyingum á Norðfirði. Hetta var eisini sera áhugavert. Millum hesar myndir vóru abbin og omman hjá onkrum í ferðalagnum. Hesar myndir vístu eisini neyva sambandið millum Føroyar og Eysturlandið.
Saman við teimum báðum var eisini Birgir Sigurdsson, sum er ein væl kendur trolaraskipari, og sum nógvir føroyskir fiskimenn kenna. Millum hesar vóru eisini fleiri, sum vóru við í okkara ferðalagi.
Øll vóru samd um, at hetta var ein góð ferð. Sjálvur vil eg takka bæði hesum ferðalagnum og teimum, sum hava verið við í ferðunum frammanundan, fyri góðan felagsskap.
Føroyar á Skálum
Jóannes Joensen av Húsum, vanliga kallaður Geila Jóannes, var føddur í 1903.
Hann mintist so sera væl til og dugdi eisini væl at greiða frá. Synir hansara vóru so framskygdir, at teir tóku hann uppá band, og teir hava skrivað alt av hjá honum. Hetta er rúgvismikið tilfar, sum er gull vert.
Tað er so heppið, at eg eri sloppin at síggja hetta tilfarið, sum ikki er alment kent áður.
Jóannes hevur eisini greitt frá um pápa sín Jakku, sum var nógv ár á Skálum. Serliga áhugaverd er søgan um, tá ið hann tók tann lítla Jóin Sigurdsson heim við sær úr Íslandi umleið 1900. Foreldrini bønaðu hann um at taka drongin við sær, tí tey høvdu ikki umstøður til at hava øll síni børn.
Jóin kom fyrst at búgva hjá foreldrunum hjá Jakku og síðan, tá ið hann giftist, hjá honum og konuni. Hetta lýsir bæði umstøðurnar tá í tíðini í Íslandi og hansara egna lyndi.
Tað er greitt frá hesi søgu fyrr her í Miðvikuni. Tað var roknað fyri at vera meira liviligt í Føroyum enn í Íslandi. Tí hendi tað ofta, at íslendsk foreldur sendu børn síni til Føroya at vera. Fleiri teirra fóru aftur til Íslands. Men tað vóru eisini fleiri, sum blivu verandi og fingu stórar ættir í Føroyum. Jóin Sigurdsson var eina teirra.
Jóannes var bara tað eina árið á Skálum. Hann greiðir sera gjølla frá allari gongdini frá tí, teir gera av at fara og til teir hava avroknað túrin. Hann greiðir ikki bara frá sjálvum útróðrinum men eisini frá sosiala lívinum og øðrum viðurskiftum á Skála. Tí er hetta eitt framúr íkast til henda partin av felags íslendsku/føroysku søguni.