Politiið heitir á fólk um at rudda rundanum hjá sær sjálvum og samstundis vísa størsta varsemi í ringa veðrinum.
– Tað sær út til, at veðrið verður verri seinni í dag og kanska longu frá á middegi, sigur politiið.
– Sjálvt um okkara framúr góða og vælvirkandi Bruna- og Bjargingarlið kring alt Føroya land høvdu sera nógv at gera í gjár – og framvegis hava nógv at gera – so er tilbúgvingin til reiðar aftur í dag, sigur politiið í fráboðan.
– Vit á alarmsentralinum og vagtsentralinum hjá politinum senda allar fráboðanir beinanvegin til Bruna- og Bjargingarliðini.
Eisini verður boðað frá, at á sama hátt sum sum í gjár kann bíðitíðin at sleppa ígjøgnum til Politiið tíverri vera long, tí teir verða noyddir at raðfesta uppgávurnar.
– Ansið væl eftir tykkum og framhaldandi góðan sunnudag, sigur politiið.