Tilfar til loppumarknað

Nú er høvi at rudda allar goymslur, tí leygardagin 11. mars hevur Skótafylki Sigmunds Brestissonar stórt tiltak á Læraraskúlanum við m.a. loppumarknaði

Í summar fara 40 skótar á legu í Onglandi, og í hesum sambandi hevur Skótafylki Sigmunds Brestissonar stórt tiltak á Læraraskúlanum leygardagin 11. mars til tess at stuðla skótunum fíggjarliga til ferðina.

Fríggjakvøldið og leygardagin í hesi vikuni verður tikið ímóti lutum til loppumarknaðin, og tey, sum hav alutir heima, sum tey vilja lata til endamálið, eru hjartaliga vælkomin við teimum.

Fáa fólk ikki komið sjálv, heinta vit fegin lutirnar heima hjá teimum.

Góð, rein klæðir, serliga barnaklæðir, eru sjálvsøgd, men ikki minst aðrir lutir koma væl við, eitt nú húshaldstól, borð, stólar, sengur, spegl, myndir, rammur, spøl, bandupptakarar, rulluskoytur, skoytur, leikur, plátur, fløgur, bøkur, ja, alt, sum góður dugur er í, og sum stendur og tekur pláss heima við hús, tí eingin nýtir tað longur, kann koma øðrum til góðar, um tað verður latið inn á loppumarknaðin.

Tit kunnu ringja til 313506, 313436, 317618, 319979 ella 311144, so avtalast kann, nær tit koma við lutunum, ella nær teir kunnu verða heintaðir.

Vit hoyra fegin frá tykkum, um vit á henda hátt kunnu gera hvør øðrum ein beina.