Veðrið er rættiliga skiftandi í Haraldssundi henda seinnapartin.
Viðhvørt er ælingur, sum næstu løtuna verður avloystur av sólskini og summarlýðku.
Hesar umstøðurnar forða kortini ikki teimum 12 børnunum í at vera bæði uttandura og inni. Seks teirra spæla við ymiskt inni, meðan restin er úti og gongur túr.
- Teimum dámar sera væl at vera úti og spæla. Spyrja vit tey, um tey hava hug at fara út, so eru tey beinanvegin við uppá tað, siga starvsfólkini.
Øll børnini eru úr Klaksvík og verða tey flutt fram og aftur við bussi.
Veðrið eingin forðan
Hóast Haraldssund ikki telist millum fólkaríkastu bygdirnar, er kortini nógv ymiskt at gera og fara til hjá børnunum.
Her finst helst størsti “útibarnagarðurin” í teirri frálíku náttúruni kring bygdina, men eisini í sjálvari bygdini er mangt og hvat, sum kann verða til hugna og ítriv hjá børnunum.
Teimum dámar væl at fara oman í fjøruna, til spæliplássið í bygdini, til buchwald, og út í eitt gróthús, tey kalla Dólgahúsið. Tað er eisini hagani, at jólamaðurin plagar at koma.
Í gjáramorgunin vóru tey inni ein stóran part av fyrrapartinum, men tá tað fór at nærkast middegi varð avgjørt at fara út um at eta matpakkarnar.
Men tá tey skuldu fara útum byrjaði at regna eitt sindur. Hetta helt kortini ikki børnunum aftur í at vilja eta matpakka teirra uttanfyri.
Eftir at hava etið hann, fóru tey at hyggja eftir smálombum ymsa staðni í bygdini og spældu rundan um húsini, til tann stóri svarti bilurin hjá Sosialinum – Snoddi – kom framvið.
Við í bilinum vóru umboð fyri blaðið, sum í gjár fór um tey 80 árini. Her var eisini okkurt leskiligt at geva hesum fittu børnunum úr Klaksvík.
Hetta hugaði teimum sera væl, og undir hesum heldur sjáldsama hátíðarhaldinum, gjørdu børnini ikki mætari enn at syngja ein tillukku-sang til Sosialin, tann so vælkenda “Tillukku, til tín”.
Eftir at hava fingið okkurt leskiligt at drekka og okkurt gott afturvið, spældu tey úti eina løtu aftrat.
Kl. 15:45 skuldi bussurin koma eftir teimum og koyra tey aftur til Klaksvíkar.
Tey 12 børnini
Í Haraldsstovu eru tey 15 børn í løtuni. Í gjár vóru kortini bert 12 teirra í barnagarðinum.
Tey vóru hesi:
Dreingir: Esmar, Tróndur, Lukas,
Hans Dávid, Hans Jákup og Fríðálvur.
Gentur: Jenny, Mariann, Bjørk, Julia, Sigrið og Elin Kristina.
Starvsfólkini vóru: Krista og Linda.